Skaðiligt fyri viðurskiftini millum USA og Russland

Halda tær russisku herdeildirnar fram við átøkunum í Georgia, fær tað skaðiligar avleiðingar fyri viðurskiftini millum Russland og USA

Tað segði ein talsmaður fyri Hvítu Húsini við tíðindastovuna AP í gjár. Ávaringin kom, beint eftir at tíðindastovurnar høvdu borið tíðindi um, at Russland hevði sent nógvar hermenn afturat til Suðurossetia, og at russar hildu á vbið at bumba mál inni í sjálvum Georgia. Um somu tíð vildu georgisku myndugleikarnir vera við, at Russland fyrireikaði eitt stórálop á landið.

Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum segði, at viðurskiftini millum Moskva og Washington kunnu fáa álvarssaman og varandi skaða av russisku framferðini í Georgia.

-Tað, sum hendir, er sera vandamikið, og Russland eigur at gera sítt til at fáa frið í økinum, soleiðis sum USA vil, segði Jim Jeffrey, talsmaður.

Georgiska stjórnin hevur biðsð Condoleezzu Rice, uttanríkisráðharra royna semju.