Skaðiligt valstríð í Danmark

Sum væntað hevur spurningurin um innflytarar og flóttafólk fylt ein stóran part av valstríðnum í Danmark upp undir fólkatingsvalið. Og nú tala arbeiðsgevararnir at

 

Orðaskiftið hevur eins og upp undir undanfarin fólkatingsval snúð seg um, hvussu mangir útlendingar skulu hava loyvi at koma til Danmarkar, og hvussu tey, sum longu eru komin, skulu fáast inn í tað danska samfelagið.

Orðalagið hevur verið alt annað enn sakligt. Á ytsta høgravogninum tosar Mogens Glistrup um at savna muhammedanarnar í legur og at selja muhammedansku kvinnurnar av landinum fyri at fáa eitt sindur av pengum í ríkiskassan.

Hetta sjónarmið er hann einsamallur um, men flestu flokkar eru tó fyri at tátta reglurnar fyri at avmarka talið á innflytarum og flóttafólkum og at fáa tey, sum eru komin til Danmarkar, at laga seg til danska samfelagið.

Í hesum sambandi hevur serliga verið tosað um, at nógvir sonevndir nýdanir framvegis fáa sær konu úr teimum londum, foreldur teirra einaferð fluttu úr. Tað eru serliga turkar, pakistanar og menn úr Somalia, sum finna sær konu í heimlandinum hjá foreldrunum. Flestu politikararnir eru á einum máli um, at hetta er skeiv mannagongd, tí á hendan hátt verða tað støðugt fólk, sum ikki kenna danska samfelagið, ikki skilja danska málið og tískil fáa trupult við at koma inn í danska samfelagið. Men hóast flestu politikararnir eru samdir, eru teir ósamdir um, hvat skal gerast.

Skaðiligt

Nógvir politikarar eru samdir um, at spurningurin um nýdanirnar hevur fingið alt ov stóra rúmd í valstríðnum, og at fleiri týðandi politisk mál tí næstan ikki verða tikin upp á tunguna í valstríðnum. Eitt nú verða skattamál valla nevnd, hóast tann vanligi danin kennir seg illa tyngdan av skatti.

Nú tala arbeiðegevararnir eisini at. Blað teirra, Erhvervsbladet, skrivaði í gjár, at fleiri arbeiðsgevarar vísa frá sær tað nógva tosið um tey fremmandu í Danmark. Orðaskiftið órógvar tey fremmandu á arbeiðsplássinum, skrivar blaðið og leggur afturat, at tað mangan ódámliga orðalagið kann fáa útlendingar við góðari útbúgving at leita sær aðrar vegir enn til Danmarkar.

-Vit taka als ikki undir við orðalagnum um hesi fólkini. Hetta er at jagstra fólk, sum eru neyðug sum arbeiðsmegi í Danmark. Vit eiga eisini at minnast til, at tað eru tey bestu, sum eru komin higar, sigur stjórin á einari maskinverksmiðju á Amager, sum sjálvur hevur 45 nýdanir millum tey 70, sum arbeiða á verksmiðjuni.

Stjórin á einari gummiverksmiðju í Århus hevur somu hugsan.

-Tað harmar meg, at teir dugnaligu nýdanirnir, sum arbeiða hjá okkum, verða so meint raktir av hesum orðalagnum, sigur hann við Erhvervsbladet.