- Skaðin argaði

Tað var eitt vónbrot fyri nógv, at føroyski framherjin Todi Jónsson ikki var millum teir ellivu, sum komu út á vøllin eftir hálvleikssteðgin. Todi hevði ein lítlan skaða undan dystinum, og so hvørt sum fyrri hálvleikur leið, argaði skaðin Toda meiri og meiri, og tí fór hann av vøllinum í hálvleikinum.
- Eg føldi meg væl fyri fyrstu 20 minuttirnar, men so versnaði skaðin. Um eg hevði hildið fram eftir steðgin, kundi eg havt gjørt skaðan nógv verri, og kanska var eg so skaddur í fleiri mánaðar. Nú vænti eg, at tað gongur yvir um nakrar dagar, segði Todi Jónsson eftir dystin.
Føroyski framherjin, sum var á landsliðnum fyri fyrstu í nærum hálvtfimta ár, segði eftir dystin, at hann føldi seg koma hampuliga væl inn á liðið, men at tað hevur verið rættuliga stór útskifting á liðnum, síðani hann var við seinast.
- Tað eru rættuliga nógvir ungir spælarar, og í mun til fyrr, so haldi eg, at teir ungu í dag tora rættuliga væl at hava og spæla bóltin. Tað er nógv talent á liðnum, og tað er sjálvsagt rætti vegurin at ganga, segði Todi Jónsson.
Um sjálvan dystin móti Kypros segði Todi Jónsson, at Føroyar eru væl við, og at føroyingar hava fleiri møguleikar, sum vit eiga at skora uppá.
- Vit gera framvegis grundleggjandi mistøk, sum kosta mál, og í hinum endanum eru vit ikki nóg neyvir, tá ið vit fáa møguleikarnar, segði Todi Jónsson, sum segði seg vóna, at hann var klárur aftur til dystin móti Fraklandi í Lens tann 3. septembur.