Skaðin darvaði ikki

Hóast tosið gekk um, at Óli ikki kunbdi spæla, so helt tvørámaðurin ikki, at hetta var nakar trupulleiki

 

Landsliðsprát


Undan dystinum gekk tosið um, at tað kanska ikki bar til hjá Óla Johannesen at spæla. Undir venjing hevði hann fingið ein snudd í stórutánna, men sambært liðskiparanum sjálvum, so var tó eingin ivi um, at hann fór at spæla.

- Eg vil ikki siga, at eg var serliga ivasamur. Eg hevði fingið góða viðgerð fyri skaðan, og eg helt meg ikki kenna nakað til tað. Undir dystinum merkti eg heldur einki, so tað vísti seg ikki sum nakar trupulleiki.


Uppsettir

Undir leikaraummælinum framgongur, at Óli undir hesum dystinum tóktist meira aktivur suym stýrimaður, enn vanligt, uttan at tað plagar at vera lítið. Var nakað serligt, sum gjørdi, at hetta var so?

- Tað havi eg als ikki hugsað um. Tað kann væl vera, at eg havi rópt eitt sindur eyka, men eg haldi bara, at vit vóru allir sera uppsettir uppá, at vit skuldu gera tað betri, enn vit gjørdu í Sveis. Hetta skuldi á ein hátt vera hevndin hjá okkum, og partvíst eydnaðist tað eisini.

- Vit spæla ein góðan fyrra hálvleik, meðan seinni hálvleikur ikki var heilt so góður, men vit megna tó at halda teimum frá møguleikum, málið undantikiið. At teir so skora, er so nakað øgiliga keðiligt fyri okkum.

Nakað, sum eisin er keðiligt fyri bæði Óla og Føroyar, er sjálvandi, at liðskiparin er leikbannaður til dystin móti Jugoslavia. Spurdur, hví hann fekk gula kortið, segði Óli, at tað fekk hann fyri at brúka seg.

- Eg sigi stillislia og róliga við hann, at hann stóð við rygginu til bóltin, og tað fekk eg so kort fyri. Kanska eitt sindur býtt, men nógv meiri keðiligt, tí eg haldi ikki, at eg hevði tað uppiborið.

Um dystin móti Jugoslavia, sigur Óli annars, at hann hevur góðar vónir.

- Eg rokni við, at allir fara at kempa fyri hvørjum øðrum Jugoslavia er so avgjørt ikki verri enn Sveis, men um vit fáa verjuna at rigga eins væl, so eri eg positivur, sigur Óli at enda.