Skaðin er enn ikki uppgjørdur

Á læraraskúlanum eru tey enn ikki liðug við at gera upp, hvussu umfatandi skaðin var, tá nakrir smádreingir í farnu viku framdu umfatandi herverk á Skúlan

Herverk

Eini 15 tons av vatni vóru atvoldin til umfatandni skaðarnar, sum stóðust av herverkinum. Dreingirnir, sum framdu herverkið, høvdu tipt frárenslið á fleiri vaskum á skúlanum, og síðani vórðu 14 kranar tendraðir við fullari kraft.
Hetta varð gjørt um kvøldið, og tí var tað ikki fyrr enn morgunin eftir, at herverkið varð uppdagað, og tá var skaðin stórur.
Jóni Johannesen, sum er húsavørður á Læraraskúlanum, sigur, at tey enn ikki eru liðug við at gera upp, hvussu umfatandi skaðin er, men hann leggur dent á, at hesin er stórur.
- Vit hava sett nakrar avfuktarar upp, og enn koyra hesir við fullari kraft. Fyrr enn alt er turkað ordiliga, vita vit ikki við vissu, hvussu stórur skaðin er, tí eitt nú linoleum sæst millum lítið og einki á, fyrr enn hetta er tornað.
- Men vit kunnu so í øllum førum staðfesta, at loftið hevur tikið stóran skaða. Eina staðni er tað dottið heilt niður av nógvu vætuni, og eisini aðra staðni er tað heilt illa farið, sigur Jóni.
Tað varð mest sum alt fyri eitt staðfest, hvørjir dreingirnir vóru, sum høvdu framt herverkið, og teir hava eisini verið til avhoyringar hjá løgregluni. Enn ber tó ikki til at staðfesta, hvat víðari hendir í málinum.