Tað var í 2017, at eitt flogfar hjá Air France misti partar av einum motori, meðan tað fleyg yvir innlandsísinum í Suðurgrønlandi. Hetta var eitt flogfar av slagnum Airbus A380. BEA.
Nú sigur franska skaðanevndin í sínari endaligu frágeiðing, at hendingin, sum fór fram hin 30. september í 2017, tá flogfarið var á veg úr París til Los Angeles, kundi endað í einari vanlukku.
Tá flogfarið misti partar av tí eina motorinum, var tað 11 kilometrar yvir innlandsísinum. 497 ferðafólk vóru við flogfarinum, og manningin taldi 24.
Sambært netsíðuni - Check-in.dk - er niðurstøðan í endaligu frágreiðingini hjá fronsku skaðanevndini, at tað bara var av tilvild, at skaði ikki stóðst av hendingini.
Sagt verður í frágreiðingini, at motorlutirnir saktans kundu havt gjørt, at hol kom á flogfarið. Men, tað eydnaðist tíbetur at neyðlenda í øllum góðum í Goose Bay í Kanada.