Skaale og Joensen bjóða øllum inn á Christiansborg

Fríggjakvøldið 14. oktober verður mentanarnátt í Keypmannahavn, og eisini á Christiansborg verða dyrnar lætnar upp á víðan vegg fyri almenninginum.

Nývaldu føroysku fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, boða í skrivi frá, at teir gera nógv burturúr mentanarnáttini og hava í felag skipað fyri ymsum forvitnisligum, føroyskum tiltøkum.

Anna Faroe fer at syngja, og við sær hevur hon Kim Hansen á tangentum og Hans Petur í Brekkunum á saxofon. Tey spæla tvær smáar konsertir, kl 19.30 og kl 21.30. Umframt hesa trio, fer Sirri at vísa klæðir fyri heyst og vetur 2011, og høvi verður eisini at heilsa uppá føroysku fólkatingsmenninar.

Í sokallaða Føroyarúminum verða ymsir stuttfilmir um Føroyar at síggja, og vitjandi kunnu fáa faldarar um Føroyar sum ferðamannaland.

- Sjúrður Skaale og Edmund Joensen vóna, at nógvir føroyingar nýta høvið at vitja á Borgini fríggjakvøldið, verður sagt í skrivinum.

Føroysku umboðini verða at finna í Føroyarúminum og í Grønlendska rúminum. Tiltakið byrjar kl 18 og endar kl 23.