Hóast danskir fjølmiðlar í dag eru farnir at spekulera í, um tað møguliga verður val í heyst, eftir at bæði Kristian Thulesen Dahl, formaður í Dansk Folkeparti, og Søren Pape Poulsen, formaður fyri Konservative, hava sagt, at tað er væl møguligt, so metir hvørgin av føroysku fólkatingslimunum, at tað er nakað um tosið.
Í samrøðu við in.fo fyrr í dag metti Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, at tað enn eru nógvur leikir at telva, áðrenn nýval verður útskrivað, og metti at talan mest var um flokkar, ið royndu at markera seg.
Tað sama metir Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, ið als ikki væntar nakað val.
- Um tað virkuliga verður val uppá hetta her, so er tað partapolitikkur gone wild. Tað verður tað mest merkiliga valið nakrantíð, er greiða meiningin hjá Sjúrða Skaale.
Sjúrður Skaale vísir nevniliga á, at 2025-ætlanin hjá stjórnini hevur verið stórliga fagnað av øllum tí borgarliga Danmark.
- Hetta er ein pakki, ið øll í borgarliga Danmark eru glað fyri. Tey borgarligu kring alt landið fegnast og vinnan hevur tikið væl móti pakkinum. So hetta skuldi alt verið øgiliga positivt, men tað hevur ein flokkur megnað at punkterað vegna eitt evarska lítið mál, ið talar til nøkur fá fólk, sigur Sjúrður Skaale og sipar til kravið frá Liberal Alliance um skattalætta til háinntøkurnar.
Sjúrður Skaale vísir eisini á, at um val verður í dag, so er mest sannlíkt, at tað verður ein reyð stjórn, ið tekur við valdið eftir valið. Tí er tað heilt óskiljandi fyri fólkatingsmannin, at Liberal Alliance setur slík krøv.
- Anders Samuelsen má vera øgiliga ópopulerur millum borgarliga vongin í Danmark í dag. Liberal Alliance tekur helst undir 99 prosent av tí, ið er í pakkanum, men brúkar hetta fyri at markera seg. Hetta at man ofrar alt í einum partapolitiskum spæli, tað er ótrúligt. So eg fái meg ikki at trúgva, at tað verður val.