Skaddir klaksvíkingar

Hvørki Allan Joensen ella Jákup Mikkelsen tóku lut í seinna dystinum móti Kasakhstan

landsdystur

Tað gekk ikki heilt eftir vild, tá føroyska fótbóltslandsliðið fyrireikaði seg til seinna dystin móti Kasakhstan. Ein av ætlaðu broytingunum var, at Jákup Mikkelsen hesa ferð skuldi verja málið, eftir at Jens Martin hevði verið seinasta skansin í fyrra dystinum, men hetta varð so av ongum. Undir venjing endaði ein hendiligur samanstoytur við, at Jákup meiddi sær fingurin, og sá hann seg ikki føran fyri at taka lut í dystinum týsdagin. Tað merkti, at Jens Martin enn einaferð slapp at vísa sínar dygdir fyri landsliðsvenjaranum, meðan Bárður Johannesen úr HB varð innkallaður sum eykamálverji. Tó uttan at koma á vøllin.
Ein annar klaksvíkingar, Allan Joensen, mátti eisini geva avboð vegna skaða. Hann fekk ein lítlan snudd undir venjingini hjá liðnum, og var tí ikki annað enn vanligur áskoðari, tá 2-1 sigurin varð togaður í land.