Jákup Mikkelsen hevur seinastu 10 dagarnar hildið frí frá venjingini hjá Herfølge. Í venjingardysti móti FCK fyri smáum tveimum vikum síðani versnaði ein skaði í knænum so nógv, at neyðugt var við einum steðgi.
? Eg havi fingið tað, sum tey kalla jumpers knee. Tað er tá stóri lærvøddin verður overvaður og knýtir seg undir knænum. Skaðin er helst komin av, at vit hava spælt á so ymiskum vøllum (grús, gras og graslíki), og eisini av, at eg verði nógv brúktur til at sparka bóltin fram á vøllin, greiðir Jákup frá.
Í gjár fór Jákup undir at venja aftur, og sunnudagin fara hann og restin av Herfølge-liðnum á flog til Spania, har liðið skal brúka næstu vikuna til at spæla venjingardystir móti øðrum norðurlendskum liðum, sum fyrireika seg til heimligu kappingina í sólini í Suðureuropa.
? Vit skulu spæla tríggjar dystir í næstu viku, og sjálvt um eg havi verið skaddur, og Kai Larsen tí hevur staðið í málinum, rokni eg við at sleppa at spæla onkran av dystinum.
Áðrenn Jákup fekk skaðan var hann heilt greitt tann málverjin, sum Herfølge-venjarin Ole Mørch satsaði uppá, og tað skal vera løgið, um hann hevur broytt hugsan eftir 10 døgum.