Skal 50 dagar í fongsul fyri at selja sjey gramm

Tað kostaði einum manni dýrt, at hann fleiri ferðir er tikin fyri at bróta lógina um rúsevni

 


Føroya Rættur hevur nú dømt ein mann at sita 50 dagar í fongsli fyri at hava selt sejy gramm av amfetamini.

Prísurin var 4.200 krónur, ella 600 krónur fyri grammið.

 

Tað kann tykjast hart at verða dømdur at sita í 50 dagar fyri at hava selt eina so lítla nøgd sum sjey gramm.

 

Men sami maður er tríggjar ferðir áður dømdur fyri at hava brotið lógina um rúsevni og Føroya Rættur leggur dent á, at tað er orsøkin til, at dómurin er so harður.

 

Tað eru meiri enn tvey ár síðani, at maðurin framdi lógarbrotið, hann nú er dømdur fyri, og Føroya Rættur ger eisini vart við, at av tí, at tað er so langt síðani, er revsingin linari enn hon annars hevði verið.

 

Maðurin noktaði seg sekan, men Rætturin hevði størri álit á frágreiðingini hjá løgreglufólkunum og øðrum vitnum, enn á frágreiðingini hjá tí ákærda.

 

Ákærdi er tríggjar ferðir áður dømdur fyri at bróta lógina um rúsevni

Longu í 2004 sat hann í 20 dagar fyri at bróta lógina um rúsevni.

Longu tvey ár eftir, í 2006, varð hann dømdur at sita í sjey mánaðir fyri at hava 66 tablettir av ecstasy og aftur í 2012 fekk hann 6.000 krónur í bót fyri at bróta lógina um rúsevni.

 

Føroya Rættur sigur, at av tí, at ájærdi hevur fleiri dómar í viðførinum, er ikki grundarlag fyri at gera hann treytaðan og sostatt skal hann sita í 50 dagar fyri hesi sjey grammini.