Klaksvík: - Her sær ikki gott út í býnum ídag! Man ein hópur av handlunum í býnum hava pakkað saman?!
Í fleiri av handlunum í Klaksvík ber ikki til at síggja innar, tí pappír er sett fyri framsýningarvindeyguni. Á hurðini boðar ein lepi eisini frá, at handilin er afturlatin men bert fyribils!
Fleiri av handlunum hava nevniliga sett sær fyri at gera seg út til hin 29. apríl, tá koyrandi verður á fyrsta sinni millum Klaksvík og Leirvík.
Ein av hesum handlum er nýggi handilin Amaranth, sum letur dyrnar upp á fyrsta sinni hósmorgunin við einum stórum úrvali av gávulutum.
- Vit vænta, at nógv fólk fara at koma hendavegin, tá Norðoyatunnilin letur upp.
- Og fyri okkum skuldi tað helst verðið so, at fólk koma inn í okkara handil - ikki bara einaferð, men aftur og aftur, sigur Synnøva Waag Poulsen, sum eigur henda handilin.
Spennandi og hugnaligt
Synnøva hevur frammanundan arbeitt við myndatøku og sølu av útgerð, ið krevst til tað.
Seinni komu so gávulutirnir aftrat í handilin. Men tá dyrnar verða lætnar upp hósmorgunin kl. 10, verða bert gávulutir at fáa í handlinum, sum samstundis hevur fingið sær hetta nýggja navnið.
Fyri Synnøvu er eingin ivi um, at skal ein verða við í kappingini um kundarnar tá Norðoyatunnilin letur upp, so er neyðugt at gera seg út til tað.
- Ja, ein er snøgt sagt noyddur at satsa eitt sindur.
- Eg ætli mær tí at gera handilin bæði innbjóðandi og hugnaligan. Handilin skal verða spennandi hjá kundanum at koma inn í, sigur hon við einum brosi.
Hon miðar eisini eftir at gera handilin eitt sindur forkunnugan, og fer tí at bjóða kundunum gávulutir við merkjum, sum tey helst ikki fáa allastaðni.
Millum hesi sermerktu merkini eru Lene Bjerre og Au Maison, eins og Rikke Jakobsen. Serstøk merki av útlendskum the verða somuleiðis at fáa.
Hugskot
Tá vit vitjaðu handilin stutt eftir middag í gjár vóru Synnøva og hjálpari hennara, Katrin í ferð við at mála innan. Hon hevur eisini fingið Linda Laksáfoss at hjálpa sær við dekoreringini av hølunum.
Tær arbeiddu tá við at gera alt klárt til vøruna, sum kom til landið við Norrønu ígjár. Í dag og í morgin er so ætlanin at pakka alt hetta út.
Vørur og hugskot til innrætting og tílíkt hevur Synnøva fingið eftir ferð í Danmark í farna mánaði.
Tá var hon á stórari messu, men nýtti eisini høvið at vitja gávuhandlar av líknandi slagi, sum klaksvíkingar og norðoyingar fyrst, og síðani allar Føroyar, fáa høvið at vitja hósdagin.
- Eg eri øgiliga spent. Jú, eg gleði meg, sigur Synnøva.