- Skal fanga stemningin

Tróndur Fuglø er ikki einans komin á Summarfestival fyri at hugna sær. Hann er nevniliga myndamaður fyri Summarfestivalin.

 

- Mín uppgáva er at fanga stemningin á festivalinum við myndum, sigur Tróndur, sum í frítíðini fæst við at vera kameramaður fyri 'Tað filmar'.

 

- Myndirnar verða so lagdar út á Facebook-bólkin hjá Summarfestivalinum.

 

Sambært Tróndi er tað ikki so galið at skula arbeiða við myndatøku á festivalinum.

 

- Hetta er ein nokk so frí uppgáva, har eg sjálvur sleppi at velja, nær eg skal taka, letur úr Tróndi.

 

Tá Tróndur ikki skal taka myndir, fer hann á festival sum so mong onnur.

 

- Eg fari nokk bara at fylgjast við mínum vinmonnum og lurta eftir onkrum konsertum. Serliga ætli eg mær at lurta eftir Ronan Keating, TV2 og sjálvsagt Dynamitt, sigur Tróndur, sum enn minnist konsertina hjá Dynamitt fyri tveimum árum síðan sum eina heilt serliga góða konsert.