Alternativ Inntøka
? FAS skipanin skal gerast eitt munandi ískoyti í føroyska búskapinum.
Tað er endamálið, hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni.
Men hann viðgongur, at skal tað eydnast, er tað neyðugt at gera tillagingar.
? Sìðani Bergina kom í flotan er ymisk óheppið komið undan kavi, eitt nú hevur reiðarin fingið útreiðslur, ongin hevði roknað við, eitt nú til ALS og barsilsskipanina.
? Hetta hevur skapt ónøgd og ótryggleika og er drepandi fyri áhugan at skráseta skipini.
Hann heldur, at tí verður neyðugt at laga skipanina greiða, so at vit fáa greiðar skipanir.
? Tað er neyðugt, at vit fáa greiðar skipanir, so at feløg fáa at vita, hvat tað kostar at skráseta skipini í FAS, uttan at stúra fyri óvæntaðum rokningum so við og við.
Han ætlar tí at seta eitt FAS-forum á stovn, har fólk úr ymsum stýrum og myndugleikar undir landinum, sita, so at øll mál og allir spurningar kunnu avgreiðast á einum og sama stað. Hetta forum skal sostatt verða sambindingarlið ímillum føroyskar myndugleikar og reiðaríðini.
Men harumframt er neyðugt at broyta skipanina og laga hana til, so hon verður kappingarfør.
Hann sigur, at somuleiðis er tað neyðugt at kunna feløgini um skipanina.
Hann heldur eisini, at fyrimunir eru í skipanini, eitt nú hava vit lagaligari avskrivingarskipan, vit tað, at vit kunn ubyrja at avskriva beinanvegin, sáttmálin er gjørdur. Somuleiðis er tað ein stórur fyrimunur, at partafelagsskatturin varð lækkaðu niður í 20%.
Hjá okkum er gyltur møguleiki at broyta skipanina, tí vit hava so fá skip í henni, at broytingar kosta ikki landinum stórvegis og tað eiga vit at gera, heldur hann.