- Skulu kommunurnar leggjast saman og fáa fleiri málsøki at umsita, skal tað gerast ordiligt, ella skal tað slett ikki gerast.
Tað staðfestir Hans Pauli Strøm, sum umboðar Javnaðarflokkin í politiska bólkinum, sum roynir at finna semju í samgonguni um ein nýggjan kommunubygnað.
Men hóast summi siga tað øvugta, er greitt, at enn er samgongan rættiliga langt frá eini semju um hetta.
Hans Pauli Strøm sigur, at Javnaðarflokkurin hevur sett sum treyt fyri at leggja eldraøkið undir kommunurnar, at talan verður nakrar stórar, sterkar eindir.
- Har er onki at raffla um. Skal eldraøkið undir kommunurnar, skulu tær verða so mikið stórar og sterkar, at tær verða førar fyri at taka ímóti, annars verður eldraøkið verandi undir landinum.
Somuleiðis skal ein eldralóg gerast áðrenn, so at kommunurnar vita akkurát, hvørji krøvini verða.
Blokkstuðul
Ein onnur treyt er, at vit fáa eina útjavningarskipan, so at trygd fæst fyri, at kommunurnar verða førar fyri at átaka sær uppgávuna, hóast tað er ymiskt, hvussu tær eru fyri fíggjarliga.
Tað skal verða okkurt slag av blokkstuðuli, tí í landsskatti rinda tey við góðari inntøku meir, men í kommunuskatti rinda øll sama prosentpart.
So verður tað kommunuskatturin, sum skal fíggja eldraøkið, má tað hækkast og tað fer at raka tær lágu inntøkurnar meint.
- Øll hesi viðurskifti skulu verða púra greið áðrenn tað kemur upp á tal at leggja eldraøkið undir kommunurnar, so at vit hava fulla trygd fyri, at tað ikki endar í hurlivasa, men er í fullkomiliga tryggum hondum.
Men av tí, at Javnaðarflokkurin krevur, at kommunurnar skulu verða stórar og sterkar, vil flokkurin ikki vita av uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um fólkaatkvøðu, soleiðis sum Jógvan á Lakjuni greiðir frá í aðrari grein.
- Skal eldraøkið leggjast undir kommunurnar, skal talan vera sjey ella níggju kommunur í mesa lagi. Men verður kravið um fólkaatkvøðu eftir fólkafloksleisti eftirlíkað, kann tað skjótt enda við 15-20 kommunum og so kemur ikki upp á tal at leggja eldraøkið undir kommunurnar, sigur Hans Pauli Strøm.
Vit hava fleiri greinar um hetta í internetsosialinum í dag.