Skal ikki vera so lætt at fara til próvtøku

Tað er ov lætt hjá næmingum á miðnámsskúlum at rokna út, hvørjum teir skulu til próvtøku í

Tað skal ikki vera so lætt hjá næmingumá miðnámsskúlunum at rokna seg fram til, hvørjum lærugreinum, teir skulu til próvtøku í.

 

Tí hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta skipanina, so at tað verður verri hjá næmingunum at rokna út, hvørjum lærugreinum, teir skulu til próvtøku í.

 

Hon sigur, at hvørt ár ger Mentamálaráðið av, hvørjum lærugreinum, næmingar á miðnámsskúlunum skulu til próvtøku í.

 

Endamálið er, at eingin skal framman undan, kunna rokna út, hvørjum lærugreinum tey skulu upp í.

 

Men hjá næmingum ið hava fleiri lærugreinar á A-stigi, enn kravt er, kann tað vera skjótt at rokna út, hvørjum teir skulu upp í, tí har verður ikki so nógv at velja í.

 

Tað stendur nevniliga í lógini, at næmingarnir skulu upp í tilsamans níggju lærugreinum. Sostatt ber ikki til at hava fleiri próvtøkur enn níggju

 

Men nú fer tað so at bera til at økja talið á próvtøkum hjá teimum næminum, sum hava fleiri lærugreinar á A stigi, enn kravt er.

 

Tí skal tað ikki longur standa í lógini, at næmingarnar skulu upp í níggju lærugreinum, men at teir skulu upp í MINST níggju lærugreinum.

 

Í hesum sambandi er ætlanin er, at hvørja ferð ein næmingur tekur eitt fak á  A-stigi, meiri enn kravt er, skal talið á próvtøkum økjast við einari próvtøku, sigur Rigmor Dam.