Skal Jenis einsamallur avgera radaramálið - ella tingið? 

Løgfrøðingurin og tingmaðurin Sigurð Joensen í 1959: Tað má sláast fast, at sum umsitingarvald hevur landsstýrið ongan myndugleika havt til at taka avgerð í radara-málinum uttan um løgtinið 

Jóhann Mortensen, journalistur

Eftir Jóhann Mortensen 

 

 

 

Landsstýrið tekur avgerðina í radaramálinum. Tað sigur stýrisskipanarlógin, segði løgmaður á í tinginum mikudagin. Til umrøðu vóru munnligir fyrispurningar um radaramálið frá Henrik Old og Høgna Hoydal. 

 

Bárður Nielsen sipar óivað til grein 54. Hon sigur, at landsstýrið ráðførir seg við uttanlandsnevndina, “áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.” 

 

Orðini hjá løgmanni skulu helst skiljast soleðis, at løgtingið kann ikki krevja, at tað skal taka avgerð í radaramálinum. 

 

Hinvegin sigur grein 52, stk.2: “Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.” 

 

Gevið gætur orðingarnar “kann landsstýrið tó ikki gera avtalur....sum annars eru týdningarmiklar”. Er spurningurin um radaran ein týdningarmikil avtala? 

 

Hvat siga lógarkøn? 

 

Tá Bárður Nielsen vísir til stýrisskipanarlógini, hevur hann óivað ráðført seg við løgfrøðingar á løgmansskrivstovuni. 

 

Men tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu aðrir løgfrøðingar tulka hesa orðingina í stýrisskipanarlógini. Eitt nú løgfrøðingar, sum fyrst í nítiárunum evnaðu stýrisskipanarlógina. 

 

##med2##

 

Hevur landsstýrið einsamalt heimildina, sum løgmaður sigur? Ella eigur løgtingið taka avgerð í radaramálinum, sum má tykjast at vera týdningarmikið? 

 

Við einum hernaðarradara á Sornfelli trína Føroyar í hernaðarligt øki, sum í NATO-høpi verður skírt “ the world’s most strategic highway”. 

 

Er tað rætt, at Jenis av Rana, uttanríkisráðharri, einsamallur tekur hesa týdningarmiklu avgerðina?  

 

Tað róði hann upp undir í samrøðu í Kringvapinum kyndilsmessudag, tá hann gav uttanlandsnevndini eina freist at svara. Freistin er ein vika. 

 

 

 

Heimastýrislógin - grein 7 og tingið 

 

Andstøðuflokkar krevja, at radaramálið skal leggjast fyri løgtingið, so evsta valdið hjá føroysku tjóðini kann taka avgerðina.  

 

Ein meiningarkanning, sum Setrið lat gera, vísir greitt, at Føroya fólk vil hava radaramálið lagt fyri Føroya Løgting. 

 

Tað er ikki fyrstu ferð, at løgtingsmenn krevja, at tingið ella fólkið tekur avgerð í radaramálinum.  

 

Tá løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldisflokkinum í 1959 í hernaðarmálinum valdi Løgtingið eina 7-mannanevnd at viðgera uppskotið.  

 

Í álitinum sigur ein minniluti, Sigurð Joensen, sum var løgfrøðingur, og Karsten Hoydal, m.a.: 

 

“Tann skylda, sum danastjórn hevur til at leggja lógir og traktatir fyri heimastýri okkara, áðrenn tær verða settar í gildi, er eftir grein 7 í heimastýrislógini grundað á, at tað skal tryggjast “at lagtinget i videst muligt omfang får indflydelse på udformingen at særlige bestemmelser får Færøerne i love, der gives af rigerts myndigheder.” 

 

“Tað má sláast fast, at sum umsitingarvald hevur landsstýrið ongan myndugleika havt til at taka avgerð í DEW-málinum uttan um løgtinið”, siga Sigurð Joensen og Karsten Hoydal. 

 

DEW er stytting fyri Distant Early Warning, sum var heitið fyri radarastøðina á Sornfelli. Radiostøðin nevndist Forward Scatter. 

 

Minnilutin úr Tjóðveldisflokkinum skeyt upp at steðga ætlanini at seta ein radara upp, og at leggja málið fyri fólkaatkvøðu. Men uppskotið vann ikki frama.  

 

Tilmælið frá landsstýrisflokkunum - Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum - varð samtykt. Tað ljóðaði: “Málið má haldast at vera avgjørt og verður tikið til eftirtektar. Løgtingið undirstrikar sína andstøðu ímóti militerari útbygging í Føroyum í vanligari merking, um talan verður um slíka.” 

 

“NATO ville ikke have insisteret på anlæggene, såfremt de kunne undværes” 

 

Í radaramálinum, sum nú er uppi, verður gitt, at tað er NATO, sum krevur, at radari verður settur upp. Somuleiðis verður víst á, at Føroyar aftur gerast bumbumál.  

 

Somu spurningar vóru frammi, tá radaramálið og málið um Loranstøðina á Eiði vóru frammi fyri stívliga 60 árum síðani. 

 

Í uppískoyti til frágreiðingina “Hernaður og politikkur” verða endurgivnir nakrir spurningar, sum nývalda landsstýrið spyr fyrst í 1959: 

 

– Er radarstationen med radioanlæg så militært vigtige, at de i krigstilfælde må anses for angrebsmål for atomvåben?  

 

Verjumálaráðið: Som tidligere oplyst er intet af anlæggene forsynet med skyts eller lignende til forsvar. Efter forsvarsministeriets opfattelse anses anlæggene ikke at have sådan karakter, at de vil udgøre angrebsmål for atomvåben eller lignende. 

 

– Kan NATO varslingstjeneste undvære de to anlæg på Færøerne?  

 

Verjumálaráðið: NATO ville ikke have inisteret på gennemførelse af anlæggene, såfremt de kunne undværes i varslingstjenesten. 

 

Í hesum sambandi viðmerkir Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, sum skrivaði uppískoytið: “Her verður greitt boðað frá, at tað var NATO, sum hevði kravt (insisteret på), at NATO-radarstøðin varð bygd í Mjørkadali/Sornfelli, og júst í hesum treytaleysa kravi liggur týdningur hennara fyri verjuna av Vesturheiminum/USA. Hetta samsvarar ikki við, at støðin ikki var fíggindaligt álopsmál í Krígstíð.” 

 

 

 

Anlæggene nødvendige for NATO 

 

Verður ein nýggjur radari settur upp, hóast heimastýrið sigur nei, spyrja fólk. Jenis sigur nei. Men sama spurning setti landsstýrið í 1959:  

 

– Vil rigsmyndighederne uanset lagtingsflertal imod anlæggenes udførelse insistere herpå? 

 

Verjumálaráðið: Anlæggene er som anført nødvendige for NATO. Der henvises til at man fra dansk side lige siden anlæggenes første planlæggelse har holdt sig i kontakt med færøske myndigheder, der har givet tilslutning til anlæggenes udførelse. 

 

Til svarið sigur Jákup Thorsteinsson: “Danska svarið er ikki klárt “ja” ella “nei”. Tað er beint, at føroyskir myndugleikar vórðu kunnaðir um NATO-støðina tíðliga. Longu í februar 1956 var Kristian Djurhuus (løgmaður, red.) millum teirra, sum játtaðu fyri, at NATO-støð við kommunikatiónsskipan skuldi byggjast í Føroyum.” 

 

Sambært “Hernaðarmál og politikkur” varð Petur Mohr Dam kunnaður um ætlanina, tá hann hevði tikið við sum løgmaður fyrst í 1959. 

 

Jákup Thorsteinsson heldur, at svarið hjá verjumálaráðnum bara kann lesast sum “ein fólkalig orðað váttan um, at danska stjórnin fór at góðtaka at herstøðirnar í Mjørkadali/Sornfelli vórðu bygdar – uttan mun til um meiriluti løgtingsins setti seg í móti hesum.” 

 

Hvat hendir í 2022, um Jenis og Bárður siga nei? Ella fara teir at siga ja fyri føroysku tjóðina?  

 

Uttan at evsta valdið hjá føroysku tjóðini hevur viðgjørt hetta týdningarmikla mál?  

 

Uttan at skeita eftir hernaðarsamtyktini frá 1970, sum m.a. sigur, at tað er “...løgtingsins støða, at Føroyar verða hildnar uttan fyri ósemjur landanna millum og hernaðarligar samgongur...”  

 

 

 

Es. Kanningin hjá Setrinum vísir, at ein meiriluti er fyri, at ein radari verður settur upp. Men eru nøkur alternativ til radara? Verða radarar settir upp í Hetlandi, Íslandi og Grønlandi? Hvat siga frágreiðingarnar frá mongu fundunum, Jenis av Rana hevur havt við danska verjumálaráðharran? Hví fær uttanlandsnevndin ikki fundarfrásagnirnar? Kanska kundi ein tingviðgerð varpað ljós á slíkar og aðrar spurningar.  

 

Og hví krevur tingið ikki eina løgfrøðiliga kanning, sum lýsir spurningin, um ein ráðharri ella landsstýrið kann taka avgerð í einum slíkum máli.  

 

Og hví hevur Jenis av Rana broytt støðu frá 2004, tá hann staðfesti í áliti, at “Løgtingið og landsstýrið eru umboð Føroya fólks í øllum lutum, og eru tað bert hesi, ið kunnu taka avgerð vegna føroysku tjóðina í trygdar- og verjupolitiskum viðurskiftum”? 

 

 

 

Í Solugørðum á kyndilsmessu 2022 

 

 

 

Jóhann Mortensen, journalistur