Skal leiða Brexit-tingingar

Royndi franski politikarin og fyrrverandi ES-kommiserurin, Michel Barnier, skal leiða tingingarnar hjá ES við Bretland

Formaðurin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, sigur tað vera umráðandi, at tað er ein “royndur politikari, sum tekur á seg ta tungu uppgávu” at leiða tingingunum hjá ES við Bretland um, hvussu bretar fara úr europeiska samveldinum.

Millum 2010 og 2014 var Michel Barnier sum kommiserur tan, ið hevði evstu ábyrgd av at temja skuldarkreppuna í evru-umráðnum, og hann skuldi eisini royna at fáa bilbukt við ógvusligu bonus-mentanina í bankaheiminum.

Hann legði ikki fingrarnar ímillum, tá tøk skuldu takast, og millum annað verður sagt, at hann ikki altíð var so væl umtóktur millum fleiri av teimum fremstu á fíggjarmarknaðunum í London.

Tað vísir seg eisini, at nú ES-nevndin hevur peikað á Barnier sum leiðari fyri ES-tinginunum um Brexit, fær valið heldur kaldliga móttøku í Bretlandi.

Kortini hevur bretska stjórnin verið høvisk og umvegis ein talsmann sagt, at hon sær fram til at samstarva við ES-umboðini “fyri at tryggja, at alt fer rætt og reiðiligt fram, tá Bretland skal fara úr ES”.