Fólk, sum standa Bhutto-familjuni nær, siga, at 19 ára gamli Bilawal Zardari ikki hevur serliga góðan hug til at taka hesa politisku ábyrgd á seg, nú hann er undir útbúgving Sambært heimspressuni nú um middagsleitið er líkt til, at tað verður sonur Benazir Bhutto, 19 ára gamli Bilawal Zardari, sum saman við pápa sínum og manni Benazir, Asif Ali Zardari, kemur at hava ein virknan lut í leiðsluni í pakistanska fólkaflokkinum, PPP.
Pakistansk lóg krevur, at valevni, sum stilla upp til val, skulu vera fylt 25 ár.
Hóast Bilawal er ov ungur at sita í pakistanska tjóðartinginum, er hann kortini valdur.
Tað siga keldur úr Pakistan við tíðindastovuna Reuters.
Fólk, sum standa Bhutto-familjuni nær, siga, at Bilawal ikki hevur hug til at taka hesa politisku ábyrgd á seg. Hann er ungur og vil halda fram við síni útbúgving á Oxford universitetinum í Bretlandi.
Sambært Time skal semja vera í PPP-flokkinum um, at tað er umráðandi, at ein úr Bhutto-familjuni tekur yvir eftir Benazir.
- Í løtuni er eingin av Bhutto-familjuni, sum kann taka leiklutin hjá Benazir, sigur politiski eygleiðarin, Hassan Askari Rizvi við tíðindatænastuna Reuters.
Tað var pápi Benazir, Zulfikar Ali Bhutto, sum stovnaði pakistanska fólkaflokkin (PPP) í 1967.