Abdur Rahman, sum er drigin fyri rættin í Afghanistan, tí hann hevur tikið við kristnari trúgv, skal nú mentalkannast.
Tað avgjørdi dómarin í málinum í gjár, eftir at hann hevði vrakað tilfarið, sum ákæruvaldið hevði lagt fram í rættinum. Sambært dómaranum er tað ein spurningur, um tann ákærdi er egnaður at møta í rættinum, og harafturat er tað eisini ein spurningur, hvønn tjóðskap hann hevur. Abdur Rahman hevur búð 16 ár uttanlands, og hann skal hava tikið við kristnari trúgv, tá hann eitt tíðarskeið búði í Týsklandi, skrivar AP.
Eygleiðarar siga, at verður Abdur Rahman lýstur sinnissjúkur, er tað uttan iva ein roynd hjá afghonsku myndugleikunum at sleppa undan at draga hann í rættin. USA og fleiri avropeisk lond hava mótmælt, at hann er drigin fyri rættin, tí hann hevur tikið við kristnari trúgv, og tey hava lagt trýst á Hamid Karzai, forseta fyri at fáa hann at veita manninum grið.
Nógvir afghanar halda, at Abdur Rahman skal revsast sambært teimum strongu sharia-lógunum, og revsingin fyri at venda sær frá Islam er deyðadómur.