Skal øl og vín út í handlarnar?

Tað er spurningur, sum ungmannafelagið hjá Miðflokkinum, Ung fyri Miðflokkin, setir á fundi í Perluni í Havn í kvøld klokkan 20.

 

Á fundinum fer Pál Weihe at halda ein fyrilestur um málið, har hann viðger evnið útfrá einum meira fakligum vinkli. Síðani verður kjak millum fýra løgtingsfólk.

 

Tey eru: 

Jørgen Niclasen

 

Bill Justinussen

 

Kaj Leo Holm Johannesen

 

Ruth Vang

 

 

Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum, siga fyrireikararnir.