Skal politiið avlurta fólk

Tað vil Høgni Hoydal hava at vita frá Føroya løgmanni í einum munnligum fyrispurningi.

Tað vil Høgni Hoydal hava at vita frá Føroya løgmanni í einum munnligum fyrispurningi.

 

Høgni Hoydal setir løgmanni hesar fyrispurningar:

 

Er tað rætt, sum forkvinnan í rættarnevndini Løgtingsins sigur í fjølmiðlunum (in.fo, 03.11.2013), at landsstýrið er á veg í tingið við eini broyting í rættargangslógini, ið skal geva løgregluni viðari heimildir at avlurta fólk í sbd. við illgruna um grov brotsverk – eitt nú at avlurta heil hús ella ávís rúm í húsum og fáa innlit í alt elektroniskt samskifti hjá persónum?

 

Um svarið er játtandi, hvør er so grundgevingin fyri hesi lógarbroyting, og hvar hevur hon verið til hoyringar?

 

Um svarið er játtandi, hvørji eru atlitini til frælsi, rættartrygd og verju hjá einstaka borgaranum?

 

Um svarið er játtandi, og grundgivið verður við illgruna um grov brotsverk hjá einstaklingi/einstaklingum, hvørji eru so atilitini til frælsi, rættartrygd og verju hjá persónum, sum eru ella verða prógvað ósek?

 

Um svarið er játtandi, og grundgivið verður við illgruna um grov brotsverk hjá einstaklingi/einstaklingum, hvussu verður frælsi, rættartrygd og verja hjá persónum tryggjað, sum ikki eru partur av illgrunareista brotinum (familja, vinir, kenningar, arbeiðsfelagar) ella sum av tilvild eru í avlurtaðum plássum ella samskifta við avlurtaðar persónar? 

 

Um svarið er játtandi, hvørjar royndir og grundgevingar úr øðrum londum viðvíkjandi frælsi, rættartrygd og verju hjá tí einstaka, byggir landsstýrið uppskotið á?

 

Í viðmerkingunum sigur Høgni Hoydal soleiðis:

 

Á tíðindaportalinum in.fo tann 3. november 2013, er tíðindagrein, har forkvinnan í rættarnevnd Løgtingsins, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, er endurgivin fyri at siga, at eitt uppskot er á veg í tingið um at broyta rættargangslógina.

 

Endamálið er, sambært henni, at løgreglan skal fáa víðari heimildir at avlurta fólk í sambandi við illgruna um grov brotsverk – t.d. rúsevnamál.

 

Og upplýst verður, at løgreglan skal kunna fáa heimild at avlurta ávís hús ella ávís rúm í húsum. Harumframt skal alt elektroniskt samskifti hjá persónum kunna avlurtast ella eftirhyggjast – m.a. við sonevndum ”sniffarum”, sum kunnu leggjast á teldur og geva innlit í alt samskifti á teimum.

 

Hetta eru sjálvsagt ógvuliga prinsipiellar heimildir, ið verða umrøddar. Heimildir, ið reisa spurningin um grundleggjandi persónligt frælsi, rættartrygd og persónsverju í einum fólkaræðisligum rættarsamfelag.

 

Tó verður ikki eitt orð nevnt um hetta í endurgevingini frá forkvinnuni í Rættarnevndini. Heldur ikki verður orð evnt um tær avdúkingar, ið hava verið seinastu árini – og ikki minst seinasta mánaðin – um tær avlurtingargølur, sum hava verið í vesturheiminum. Har almennir myndugleikar, løgregla og loyniløgregla í ymsum londum hava nýtt tær lógarbroytingar, ið tær hava fingið í sambandi við sonevnda bardaganum móti yvirgangi, til at avlurta egnar borgarar og borgarar í øðrum londum, enntá heilt upp á ríkisleiðarastøði.

 

Í okkara grannalondum – og harundir Danmark, sum enn hevur ræðið á løgreglu og rætttarskipan í Føroyum – er í løtuni djúptøkin almenn viðgerð av avleiðingunum fyri persónligt fræli og rættartrygd av teimum heimildum, ið almennir myndugleikar hava fingið.

 

Tí tykist tað undrunnarvert um landsstýrið er á veg í tingið við einum slíkum uppskoti. Og í minsta lagi má roknast við og krevjast, at spurningarnir um persónligt frælsi, grundleggjandi rættartrygd og persónsverju eru væl og virðiliga viðgjørdir. Og at slík uppskot hava verið til hoyringar hjá so nógvum pørtum sum gjørligt.

 

Atlitið til, at løgreglan kan uppklára álvarslig brotsverk er annar parturin av øllum slíkum heimildum. Eisini teimum, sum longu í dag eru í rættargangslógini ella aðrari lóggávu. Men atlitini til persónligt frælsi, rættartrygd og persónsverju móti ágangi, er sjálvandi hin parturin og høvuðsspurningurin í einum fólkaræðisligum rættarsamfelag.

 

Tildømis má vigast, hvørjar haldgóðar grundir og treytir eru hjá løgreglu at fáa dómaraúrskurð at avlurta persónar, sum eru undir illgruna. Og hvørjar avmarkingar mugu gerast, ið verja persónsfrælsi og rættartrygd.

 

Við tí, sum her verður umrøtt, er talan um heimildir til at avlurta heil hús, ávis rúm í húsum og alt elekroniskt samskifti. Hvussu sampakkar tað við persónliga frælsið, rættartrygdina og persónsverjuna hjá persónum – bæði hjá teimum, sum eru lagdir undir illgruna, men ikki minst hjá øllum øðrum, sum hava samskifti við persónarnar: Familja, vinir, kenningar, arbeiðsfelagar og fólk,sum av tilvild samskifta ella eru á støðum, ið verða avlurtað?