Skal sita 10 dagar aftrat í Danmark

Føroya rættur hevur longt um varðhaldsfongslingina hjá ungum manni, ið varð fluttur til Danmarkar.

Dómarin hevur longt um varðhaldsfongslingina hjá unga manninum, ið fyrst í februar varð fluttur til Danmarkar, tí tað av onkrari orsøk ikki bar til at hava hann í Mjørkadali.


Maðurin varð upprunaliga varðhaldsfongslaður til 19. februar, men av tí at ákæran móti manninum ikki er klár enn, hevur dómarin valt at leingja um varðhaldsfongslingina til 29. februar.


- Tá hava fingið ein dag settan av í Føroya rætti og vóna, at fáa málið avgreitt tá. Tað merkir eisini, at maðurin verður fluttur aftur til Føroya, so at hann kann verða til staðar til rættarmálið, sigur Hildur Hentze, leiðari í Kriminaldeildini.


Maðurin er skuldsettur fyri harðskap, grovan harðskap og harðskap móti tænastufólki. Hann varð handtikin 22. januar, aftaná hann hevði sligið ein annan persón í andlitið við einum glasi á einum skeinkistaði í Havn.