Ungi maðurin, sum varð skuldsettur fyri at hava dripið ein mann í Hvalba í fjør, varð í kvøld dømdur 13 ára fongsulsrevsing. Hann skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin, umframt at hann møguliga verður kravdur eftir endurgjaldi frá teimum avvarðandi hjá myrda.
Rætturin legði til grund í síni revsimáli, at maðurin uttan fyrivarni hevur játtað seg sekan, at hann áður er dømdur fyri persónsvandamikil brotsverk og at hetta brotsverkið varð framt í royndartíðini av áður nevnda dómi.
Rætturin metti eisini, at maðurin handlaði við vitandi og vilja, tá hann, eftir at vera farin niður í køkin, fór upp aftur við knívi í hond, lat hurðina inn í stovuna, har eigarin av húsunum lá og svav, aftur, og síðani upp í saman stakk ein sovandi mann tólv ferðir í hálsin og ovara partin av bringuni. Dómarin var samdur við ákæranum, at tann myrdi var fullkomiliga verjuleysur og at hetta eisini talaði fyri eini harðari revsing.
Dómarin var ikki samdur við verjanum, at nakað grundarlag var fyri at gera revsingina linari enn vanlig. Verjin bað um í hæsta lagi 10 ára fongsulsrevsing.
Eftir at hava ráðført seg við verjan, valdi maðurin at taka við dóminum. Eftir dómin fór hann aftur í varðhaldsfongsling, inntil klárt er at sita dómin. Sambært Jón Klein Olsen, kanningarleiðara, skal ungi maðurin sita dómin í Danmark.