Skal sita í fyribils fýra vikur aftrat

Hin skuldsetti hevur nú atgongd til bókasavn og fitness, og hann sleppur undir skipaðum eftirliti út um í fongslinum at svala á sær.

Rætturin í Reykjavík hevur í dag gjørt av, at maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið íslendsku Birnu Brjánsdóttur, skal sita í varðhaldi í fyribils fýra vikur aftrat.

 

Maðurin hevur nú sitið í varðhaldi í seks vikur, harav meginpartin av tíðini avbrygdur. Tað var hin 18. januar, at hann varð handtikin umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanok.

 

Varðhaldsfongslaði situr ikki longur avbyrgdur, men er fluttur í eitt fongsul í Hólmsheiði. Her situr hann nú í einum afturlatnum parti, men hevur somu rættindi sum aðrir fangar, ið ikki eru avbyrgdir.

 

Varðhaldsfongslaði, sum ikki hevur játtað seg sekan, situr eftir egnum ynski – og fyri hansara egnu trygd - ikki saman við øðrum fangum.

 

Hin skuldsetti hevur nú atgongd til bókasavn og fitness, og hann sleppur undir skipaðum eftirliti út um í fongslinum at svala á sær.

 

Tað skrivar íslendska ríkisútvarpið - RUV - seinnapartin í dag.