Skal svara um vit halda barnarættindasáttmálan

Kaj Leo Holm Johannesen spyr Sirið Stenberg um viðgerðina til børn og ung við sálarsjúku

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um viðgerðina til børn og ung við sálarsjúku


Løgtingslimur vil millum annað hava greiðu á, um viðgerðin til børn og ung við sálarsjúku lýkur krøvini, ið Altjóða Barnarættindasáttmálin krevur.


Sambært tingmanninum, so verða børn heilt niður í tíggju ára aldur, innløgd á vaksinpsykiatrisku deild í fleiri mánaðir og summi hava frá 12 ára aldri haft fastan bústað har í fleiri ár.


- Hetta, at børn liggja innløgd á eini psykiatriskari deild, er óhoyrt í t.d. Danmark. Har verður eitt barn undir ongum umstøðum innlagt á eina slíka deild. Og tað hevur sjálvandi eina orsøk. Børnini blíva sera bangin, tí tað er ógvusligt at verða innlagdur á einari slíkari deild, har fólk hava alskyns svárar sálarligar sjúkur, skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi í samband við skrivliga fyrispurningin.


Í eini frágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni í summar um psykiatriska depilin, ákærdi hon psykiatriska depilin fyri brot á júst altjóða barnarættindini, tí at eitt 15 ára gamalt barn var innlagt á deildini, tá hon var til eftirlitsvitjan.


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi spurningar:


1. Er sjúkraviðgerðin hjá børnum og ungum við sálarsjúkum nøktandi í Føroyum. Er hon í tráð við altjóða barnarættindasáttmálan, sum sigur, at børn hava rætt til eina nøktandi sjúkraviðgerð?


2. Er hetta økið í tráð við viðgerðir í t.d. Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við?


3.Verður tann nýggi psykiatriski depilin bygdur soleiðis, at vit fáa eina barna og ungdómspsykiatriska deild burturav, ella verða børn heilt niður í tíggju ára aldur framhaldandi innløgd á tí vaksinpsykiatrisku deildini á Landssjúkrahúsinum?