Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer skjótt at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna ungum undir 18 ár at brúka solarium.
Tað váttar hann fyri portalinum.
Solarium er ein høvuðsorøk til, at títtleikin av húðkrabba er fleirfaldaður seinastru árini, tó at eitt stórt fall var í Føroyum í fjør.
Hetta hevur langt síðani fingið Krabbameinfeløg og læknar at mæla til, at tað verður bannað ungum undir 18 ár at brúka Solarium.
Og tað hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður tikið til eftirtektar.
- Í næstu tingsetu, sum byrjar á Ólavsøku, fari eg at leggja uppskot fyri Løgtingið um at bannað ungum undir 18 ár at brúka solarium, sigur hann.
Hann sigur, at hesa næstu tíðina skal umsitingin fáa greiði á, hvussu eitt slíkt bann kann umsitast.
Hinvegin heldur Karsten Hansen eisini, at tá ið vit vita, at læknafrøðin staðiliga mælir frá at brúka solarium, hevði tað verið hóskiligt, at almennir stovnar, eitt nú svimjihallir, gingu undan sum góðar fyrimyndir og lótu vera við at bjóða viðskiftafólki solarium, ístaðin bara sita og bíða eftir at Løgtingið settir forboð.