Nú verður tryggari at súkkla tvørtur um Marknagilsvegin. Tórshavna Býráð fer nevniliga at seta ferðsluljós til súkklur upp á Marknagilsvegin. Býráðið reypar á heimasíðuni av, at hetta vera fyrstu ferðsluljós til súkklu í landinum.
Og tað merkir, at tá ið fólk fara at súkkla eftir Marknagilsvegnum og skulu snara inn til Glasir, verður tað sostatt eitt serligt ferðsluljós til súkklur, sum hjálpir teimum at koma væl tvørtur um vegin.
Ferðslan er nógv økt, síðani Glasir lat upp, og í løtuni verður arbeitt við at gera ábøtur á vegin við tí endamáli at bøta um ferðslutrygdina, og tað arbeiðið verður liðugt á jólum.
Í hesum sambandi verða ferðsluljós sett upp seks staðni á Marknagilsvegnum, ella har um vegir. Og ein partur av hesum verður at seta serlig ferðsluljós til súkklur.
Tað virkar soleiðis, at tá ið fólk koma eftir Marknagilsvegin á súkklu, og skulu oman á Glasir, skulu tey trýsta á ein knøtt, tá ið tey koma til ferðsluljósini. Og eina løtu seinni verða ferðsluljósini hjá bilunum reyð, og súkkluljósini lýsa grønt og so kunnu tey á súkklu trygt fara yvir um vegin, sigur býráðið.