Skála Ítróttarfelag hevur fingið nýtt búmerkið, ið felagið fer at taka í nýtslu tá verandi kappingarár er liðugt.
Á heimasíðuni skrivar Skála: "Tað er Sjúrður Højgaard, grafikari, ið hevur sniðgivið nýggja búmerki hjá felagnum.
Búmerkið er ein veðrur inni í einum skjøldri.
Høvdið og hornini bera boð um, at leikararnir eru mentalt sterkir og duga at spæla hugsandi leik. Ennið ber serliga boð um likamliga styrki, at ein er førur fyri at stúta og gera álop.
Andlitsbrá, eyga og nasar, lýsa ávísa fýsni, sum er sunt í einum kappingarumhvørvi, tí eingin vinnur við góðtrúni og fittheit einans. Tó býr felagslív eisini í búmerkinum, tí at skjøldurin er eisini felagið í breiðari merking, har allir limirnir savnast og gerast ein heild til gott felagslív.
Veðrurin er teknaður eftir føroyskum veðri og lýsir hann hvørt ættarlið, sum spælir við í Skála Ítróttarfelagi." Skrivar Skála.