Skála kendi ikki sína vitjunartíð

Innskifti Finnur Justinussen staðfesti heimasigurin hjá Víkingi eftir at Skála misnýtti brotsspark

Skála er aftast, og heilt stóri veikleikin hjá skálamonnum hevur higartil í ár verið, at tað hevur gingið verri enn illa at umseta málmøguleikar – eisini heilt stórar málmøguleikar – til mál.

 

Soleiðis var tað eisini í grannauppgerðini ímóti Víkingi í Sarpugerði seinnapartin.

 

Martin Klein Joensen umsetti við høvdinum innlegg við hornasparki frá Bárði J. Hansen til 1-0. Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Talan var ikki leikligan mun, sum tað kanska kundi roknast við, tá ið talan var um heimalið, ið er næstovast á støðutalvuni og um Skála, sum er botnlið.

 

Og tá ið stórur hálvur tími var farin, peikaði Alex Troleis á brotssparksblettin. Brotsspark til Skála, og Uros Stojanov avgreiddi úr 11 metrum. Ólukkutíð fyri Skála so sendi Uros Stojanov bóltin væl omanfyri málið, og so var tað framvegis 1-0 til Víking.

 

Heimaliðið var væl meiri á bóltinum, og heimaliðið spældi seg til góðar málmøguleikar. Men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna, og tá ið so tíðin leið, og skálamenn av álvara spentu álopsbogan, so varð tað meiri órógv yvir heimaliðnum.

 

Tá ið Skála spenti álopsbogan, lá tað í luftini, at eitt mál fór at verða skorað aftrat, og tað var Víkingur, sum skoraði og vann 2-0. Málskjútti var innskifti Finnur Justinussen, sum fyri aðru ferð í ár var málskjútti í bestu deildini.

 

Næsta avbjóðingin hjá Víkingi verður á útivølli ímóti 07 Vestur, og hjá Skála verður tað á heimavølli í kommunuuppgerðini ímóti NSÍ.

 

 

 

Víkingur – Skála 2-0 (1-0)

 

1-0: Martin Klein Joensen 23.

 

2-0: Finnur Justinussen 90.+1.

 

Dómari: Alex Troleis

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Arnbjørn Svensson, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Noah Mneney, Géza Dávid Túri, Ingi Jonharsson – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Andreas Thomsen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Pætur Dam Jacobsen, Ari Ó. Olsen – Karl Martin Johansen, Jan I. Hansen, Emil Weihe Joensen – Uros Stojanov