Skála noyðist at vera ein av sínum mest týðandi spælarunum fyriuttan, tá teir um góðar tveir mánaðir byrja upp á enn eitt kappingarár í Formula-deildini. Eitt kappingarár, sum fleiri helst vóna fer at taka felagið seinasta fetið upp móti oddinum. Hetta eftir ávíkavist bronsu- og silvurmerki í teimum báðum seinastu kappingarárunum.
Forvunnið ov nógv
Nenad Stankovic fær nevnliga eftir øllum at døma ikki nýtt arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Á Skála høvdu tey onga fatan av, at nakrir trupulleikar vóru í hesum, men hetta skuldi vísa seg, tá umsóknin var til viðgerar.
Orsøkin skal finnast í avtaluni, sum Jógvan við Keldu og Bertel Haarder gjørdu um útlendsk ítróttarfólk á heysti 2004. Í hesi verður staðfest, at útlendsk ítróttarfólk skulu forvinna í minsta lagi 52% av eini vanligari arbeiðsmannaløn frá felagnum. Eitt krav, sum Skála hevur livað upp til.
Men sama avtala staðfestir eisini, at somu ítróttarfólk í mesta lagi kunnu forvinna 48% av eini arbeiðsmannaløn frá øðrum arbeiðsgevara. Við øðrum orðum, so skulu tey ikki forvinna meira enn 1.935,40 kr. um vikuna frá øðrum arbeiðsgevarum. Og her hevur Nenad fingið ein trupulleika.
Mistak av vælvild
Eftirkanningararbeiðið, sum verður gjørt, tá nýggj umsókn verður skrivað, staðfesti, at inntøkan hjá Nenad hevur verið eina staðni millum 100 og 200 kr. ov stór um vikuna. Ikki nakað skakandi tal, men tað er oman fyri markið, og tí kann neyvan roknast við, at spælarin fær nýtt innferðarloyvi.
Á Skála harmast tey sjálvandi almikið um hetta. Ikki minst, tí tey - sum tikið verður til - halda mistakið vera íkomið av berari vælvild. Ein vælvild, sum nú hevur kostað spælarunum møguleikanum fyri longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Nýggjur serbi ávegis
Hóast tey harmast, so verður tó ásannað, at tað neyvan er nógv meira at fara eftir í hesum málinum hjá Skála. Skotbráðið til nýtt kappingarár er stutt, og ístaðin hava tey vent eyguni eftir at fáa nýggjan útlending inn á miðvallarplássið, sum nú er tókt. Sum skilst, so verður talan helst eisini um at fáa nýggjan serbiskan spælara á miðvøllin. Hetta tó sjálvandi treytað av, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða fingin í rættlag.