Skála nærkast uppflytingini

Tað tykist óhugsandi, at Skála ikki spælir í bestu deildini komandi kappingarár

Skjótt verður staðfest, at í 2016 spælir Skála í Effodeildini. Eftir 20. umfar í 1. deild, sum varð spælt í gjár, er frástøðan til B68 á 3. plássi 14 stig, og tað skal henda nógv millum himmal og jørð, um Skála skal missa hesa leiðsluna upp á tey sjey umførini, sum eru eftir at spæla.

 

Í gjár spældu skálamenn í Gundadali ímóti B36. Oddaliðið vann trygt 1-4. Eitt skifti í seinna hálvleiki var støðan 0-4, men B36 fekk minkað um munin 20 minuttir undan leikloki.

 

Í Leirvík tóku teir næstbestu hjá Víkingi ímóti B71. Eisini her gjørdist um ein greiðan sigur, tí at ljósabláa heimaliðið vann 3-1.

 

Mest skakandi úrslitið man tó vera tað í Miðvági. Har tók MB, sum framvegis hevur sín fyrsta sigur til góðar hetta kappingarárið, ímóti teimum næstbestu hjá AB. Ongin ivi var um, at AB var favorittur, men helst var tað ikki væntað, at AB skuldi vinna heili 1-9(!).

 

Í Eysturoynni var grannauppgerð, har næstbesta liðið hjá NSÍ tók ímóti B68. Hóast liðini stríðast í hvør sínum enda av stigatalvuni, so gjørdist talan um javnan dyst, ið eisini endaði við javnleiki 2-2.

 

Fyrsti dysturin hetta leikumfarið varð spældur hóskvøldið, tá ið 07/Vestur á útivølli vann 0-1 ímóti KÍ.

 

Niðanfyri er stigatalvan í deildini. 20 umfør eru leikt, tó hava Víkingur og B36 spælt 19 dystir, meðan NSÍ hevur spælt 18 dystir.

 

1. Skála - 51 stig

2. 07 Vestur - 41 stig

3. B68 - 37 stig

4. AB - 37 stig

5. KÍ - 33 stig

6. B71 - 27 stig

7. Víkingur - 19 stig

8. NSÍ - 17 stig

9. B36 - 12 stig

10. MB - 2 stig