Skála hevur framvegis ikki longt sáttmálan við venjaran, Eliesar Olsen, men tað er næstan upp á pláss. Tað váttar Eliesar fyri in.fo í dag.
- Eg havi ikki skriva undir enn. Tað eru nøkur smærri ting, sum skulu uppá pláss. Vónandi verður tað í vikuni, sigur Eliesar Olsen í dag.
Skála kom eitt sindur óvæntað upp í bestu deildina aftur. Liðið hevur verið heilt niðri í triðj bestu deildini og vent, men seinastu tvey árini hevur liðið nærkast bestu deildini. Á Skála ásanna tey, at liðið má styrkjast til komandi kappingarár.
- Viðvíkjandi spælarum, so eru vit eftir nøkrum, men ongin hevur skrivað undir enn. Vónandi kemur tað eisini uppá pláss í hesi vikuni ella komandi viku, sigur Eliesar Olsen
Hann sigur víðari, at talan er um føroyskar spælarar, men vil ikki seta nøvn á. Keldir hjá in.fo vita at siga, at Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam og Rógvi Egilstoft Nielsen, allir úr EB/Streymi, eru upp á tal á Skála.
- Vit vilja styrkjast í øllum rekkjunum. Vit skulu hava málmann, verjuspælara, miðvallara og framherja. So væntandi verða tað eini 4-5 spælarar, sigur Eliesar Olsen.
- Umframt tað, so koma Andras Frediriksberg og Petur Pauli Mikkelsen heim úr Danmark. Vónandi kunnu vit fáa teir, so eru vit longu styrktir nógv, sigur Eliesar Olsen at enda.