Skála spílar seg út

Pætur Dam Jacobsen er aftur á Skála, har Eliesar Olsen heldur fram sum venjari

Leygarkvøldið var ársveitsla í Skála Ítróttarfelag, har tey fegnast um, at tað aftur hevur eydnast besta liðnum at lyfta seg upp millum tey fremstu, og har tey nú av álvara fyrireikað seg til nýggju og stóru avbjóðingina.

Á Skála dylja tey ikki, at tað verður vónað, at veteranurin Jónhard Frederiksberg, sum nógvu tey seinastu árini hevur spælt í Runavík – burtursæð frá í 2012, tá ið hann var í EB/Streymi – aftur fer at smoyggja seg í eyðkendu Skála troyggjuna. Tað varð ikki kunngjørt á ársveitsluni, og í samrøðu herfyri við Sosialin segði Jónhard Frederiksberg, at tað fara at ganga nakrar vikur, áðrenn hann tekur støðu til, um hann fer at halda fram at spæla, og hvar hann møguliga fer at spæla.

 

Tað var stórliga fagnað, tá ið tað á Skála veitsluni varð boðað frá, at avtala er undirskrivað við Pætur Dam Jacobsen. Miðvallarin hevur seinastu fimm árini umboðað EB/Streym, men nú verður hann aftur á Skála, har hann var ein av lyklaspælarunum, tá ið liðið í 2005 var við í kappingini um FM heitið og endaði á bronsuplássinum. Pætur býr á Skála, sum hann í fyrra førinum umboðaði fram til 2008.

 

Eisini varð boðað frá, at 24 ára gamli Eliesar Olsen, sum var oddamaður síðsta kappingarár, tá ið Skála tryggjaði sær uppflytingina, eisini næsta ár verður venjari. Bogi Gregersen heldur fram sum hjálparvenjari, og so varð eisini kunnað um, at Mikkjal Thomassen, sum seinastu árini hevur verið venjari í B36, verður ráðgevi hjá venjarunum.

 

Umframt Pætur Dam Jacobsen, so hava eisini aðrir spælarar, ið hava royndir í fremstu røð, nú skrivað undir sáttmála við Skála. Ein teirra er miðvallarin Andras Frederiksberg, sum fram til 1. juli í ár spældi við NSÍ, ein annar er Petur Pauli Mikkelsen, sum í 2011 var miðverji í NSÍ, og sum í fjør og fram til 20. umfar í summar var á Skála liðnum, áðrenn hann fór av landinum. Og ein triði er Jákup Johansen, sum í 2012 og fyrrra partin av 2013 var í Fuglafirði og síðani á Skála.

Fleiri aðrir spælarar, ið vóru við til at vinna uppflytingina, hava skrivað undir uppá, at teir halda fram í felagnum. Millum hesar er álopsspælarin Brian Jacobsen, sum í summar skoraði 19 mál og var besti málskjúttin hjá felagnum, miðvallarin Ólavur Mikkelsen, sum var næstbesti málskjúttin við 10 málum, málverjin Suni Erntsson og Edvin Jacobsen og Jákup Jacobsen, sum vóru fastir menn á liðnum í summar.