Felags fyri tær tríggjar kommunurnar á Skálafjørðinum er, at skattainntøkurnar í fjør vóru hægri, enn tær vóru tað í 2014.
Miðal vøksturin í øllum kommunuskattinum kring landið var 6,15%. Einasta kommunan á Skálafjørðinum, sum hevði størri lutfalsligan vøkstur enn miðaltalið fyri allar kommunurnar, var Sjóvar kommuna. Har var vøksturin 6,5%. Skattainnøktan Innan Glyvur, á Strondum, við Kollbeinagjógv, á Morskranesi og Selatrað var 30.634.512 krónur ella 1.870.108 krónur hægri enn undanfarna árið.
Í Runavík var lutfalsligi vøksturin 5,96% ella eitt vet lægri enn í miðal fyri allar kommunurnar. Skattainntøkan í teimum fimtan bygdunum í Runavíkar kommunu var 126.763.634 krónur ella 7.134.209 krónur meiri enn undanfarna árið.
Í Nes kommunu var lutfalsligi vøksturin nakað minni enn í hinum báðum kommununum, 3,75%. Skattainntøkan á Nesi og Toftum og í Saltnesi var 35.827.840 krónur ella 1.294.207 krónur meiri enn undanfarna árið.
Allar kommunurnar hava sama skattaprosent í 2016, sum tær eisini høvdu í 2015 og 2014. Tey eru eitt sindur ymisk frá kommunu og til kommunu. Í Sjóvar kommunu er skattaprosentið 22,5. Í Runavíkar kommunu er tað 22,0, og í Nes kommunu er tað 20,5