info
Ongi úrslit

Skálagarður: Ein ófantalig órógvan!

Sum starvsfólk á Skálagarði í Klaksvík, har fólk við seinheilaskaða búgva, eri eg sera stúrin um búfólkini og mínar starvsfelagar.

Lena Askham
27. juni 2024 kl. 06:31

1. mars 23 lat heimið upp. Ein sólskinssøga fyri allar Føroyar, fyrsta av sínum slag. Heitið "seinheilaskaði" var mær kent, hevði verið hjálpari hjá borgara í nøkur ár. 
Hesin borgari flutti á Skálagarð, og flutti eg við sum starvsfólk. 
Øll byrjan kann vera trupul og fyri stóra starvsfólkahópin var seinheilaskaða ikki so kent. Vit vóru tó øll somul íðin at gera okkara besta.
Fyri nøkur starvsfólk bleiv avbjóðingin ov stór, so tey fóru í onnur størv. 
Búfólkini komu úr øllum Føroyum. Nøkur fastbúgvandi og onnur til umlætting. Nøkur tíðarskeið vóru 10 fólk samstundis. 
Mær dámar væl leiðaran. Dugnalig og jarðbundin. Var millum okkum dagliga og veitti hjálpandi hond og vegleiðing tá á stóð. 
So við og við legðist dagligdagurin í fasta legu. Allar venjingar og tænastur, ið borgarnir høvdu tørv á blivu upprættaðar ss Fys, ergo, talilærari, frisør, tannreins, fótarøkt, ymisk vælvera og somuleiðis andaktir við gleðiboðskapi og góðum sangum. 
Eg hevði eina góða kenslu av, at avvarðandi vóru glað fyri Skálagarð. Og hóast langa frástøðu hjá fleiri, so vitjaðu tey trúføst og sýndu takksemi.
Vit starvsfólk blivu ein góður og sterkur hópur, ið lærdu av hvørjum øðrum og virdu okkara ymiskleika. Kokkur og køksfólk gjørdu sítt til at maturin var góður. 
Somuleiðis kendist tað gott og gleðiligt at síggja búfólkini stuðla hvørjum øðrum og sýna troyst og uppmuntran til hvønn annan. 
Kvøldini á Skálagarðið vóru sera hugnalig, full av látri og stuttligum spurnakappingum. 
Stolt vóru vit saman við leiðaranum, tá Heilsufakliga eftirlitið gav okkum rós fyri gott skil á øllum; Somuleiðis Heilsufrøðisliga starvstovan.
So upprann 1. mai 24, og alt tað góða fekk ein bráðan enda. 
Okkara leiðari bleiv burturvíst og fekk forboð at nærkast Skálagarði. 
Síðani hevur eindarleiðarin saman við øðrum leiðarum stýrt Skálagarði. 
Eg kunnaði landsstýriskvinnuna í Almannamálum um mína stúran vvk støðuni; eins og stjórin í Almannaverkinum bleiv boðsendur at koma á Skálagarð við eini frágreiðing. Mítt fakfelag er eisini kunnað um støðuna. 
Dagligdagarnir á arbeiðisplássinum blivu tungir og truplir at koma ígjøgnum og til endans bleiv eisini eg sjúkraskrivað. 
Nú 5 vikur seinni eri eg farin aftur til arbeiðis. Ja, eg kundi sjúkraskrivast og vera heima og hvíla frá øllum. Men, tann møguleika hava búfólkini tíverri ikki. Hatta er jú teirra heim, sum eitt ófantaligt og illa umhugsað inngreb er gjørt í. 
Ímyndið tykkum, hvussu tey og teirra avvarðandi hava tað?
Hatta eru tey sárbarastu og hjálparleysu sum á ein ógvusligan hátt eru blivin órógvaði í teirra annars so skerda dagligdegi. 
7 vikur eru nú gingnar og enn er okkara leiðari ikki sloppin inn aftur á Skálagarð.
Tað kann ikki vera rætt, at ongin myndugleiki hevur myndugleika at grípa inn og fáa eina loysn á hesi nú alt ov drúgvu ósemju. 
Eg eri takksom at búgva í einum landi, har tað er talu- og skrivifrælsi, bert spell at maktgirnd hevur so stóra fastatøkur millum manna. 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

7 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

18 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

At spæla við eld

0 minuttir síðan
Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

1 tími síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

1 tími síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

2 tímar síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

2 tímar síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

2 tímar síðan
Tíðindi

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tilnevning av Jenis av Rana til Nobelvirðisløn

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Frá einari toppstýring til eina aðra toppstýring?

3 tímar síðan
Tíðindi

Ymisk viður­skifti gera at færri ung­tosk­ar yvir­liva

3 tímar síðan
Tíðindi

Oslo: Prísvøksturin á íbúðum er steðgaður

4 tímar síðan