Størsta verkætlanin, sum er í gongd í Skálavík í hesum døgum, er smoltstøðin hjá Bakkafrost, sum er ein velduga stór verkætlan á økinum, har ætlanin annars var at byggja eina lívfiskastøð.

Skálavík er fyri stórum framburði

Skálavík er í rúkandi menning, og tað verður spennandi at fylgja við, hvussu alt tað, sum nú er í gongd, fer at taka seg út og fer at flyta bygdina fram á leið

 

Størsta verkætlanin, sum er í gongd í Skálavík í hesum døgum, er smoltstøðin hjá Bakkafrost, sum er ein velduga stór verkætlan á økinum, har ætlanin annars var at byggja eina lívfiskastøð.

Tá tú sum uttanfyristandandi fylgir við, hvat hendir í Skálavík, stendur tú í hesum døgum eitt sindur spyrjandi. Spurningurin, tú setir tær, er, hvussu tað ber til, at so nógv kann vera í gongd í senn í einari bygd, sum ikki telur meira enn sløk 150 fólk.

 

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, var Skálavík helst fyrsta bygdin í Føroyum, sum framdi sína spillivatnsskipan sambært galdandi reglum. Slík arbeiði síggjast valla oman á jørðini, men tey eru oftast kostnaðarmikil. Tað eru ikki slík arbeiði, sum vanliga geva atkvøður. 

 

Men, eisini her vildi Skálavíkar kommuna hava viðurskiftini í lagi – og ikki drála, eins og fleiri aðrar kommunur hava gjørt og framvegis gera. Í Skálavík ásannaðu tey, at spillivatnið – og vatnið í sínari heild – er krumptappurin í menningini av vinnulívinum í bygdini.

 

Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, hevur áður sagt, at tað verður vinnulívið, sum fer at draga fólk í Sandoynna og soleiðis eisini til Skálavíkar.  Uttan vinnulív, er eingin inntøka og eingin framburður, og uttan framburð verður eingin trivnaður.

 

Við Sandoyartunlinum er tað ikki bara Sandoyggin, sum hevur fingið fast samband við meginøkið. - Meginøkið hevur eisini fingið fast samband við okkum, hevur borgarstjórin sagt. 

Tað er undrunarvert, hvussu nógvar verkætlanir eru í gongd í Skálavík, og tað skal vera heilt løgið, um hesar upp á sikt ikki fara at leggja eitt gott grundarlag undir framtíðini hjá bygdini – við vøkstri og framgongd. 

 

Um dagarnar hava vit hoyrt og sæð, hvussu gongur við teimum 10 leigubústøðunum, sum Mark byggir í Skálavík og sum nú eru komnar upp.

Vit vita, at MBM arbeiðir við einari osta-og ísframleiðslu í virkisbygninginum niðri við havnarlagið, og her er full ferð á at gera virkið klárt. 

Hvørki leigubústaðirnir hjá Mark, ei heldur osta-og ísframleiðslan hjá MBM eru dreymar, men veruleikar.

Størsta verkætlanin, sum er í gongd í Skálavík í hesum døgum, er smoltstøðin hjá Bakkafrost, sum er ein velduga stór verkætlan á økinum, har ætlanin annars var at byggja eina lívfiskastøð.

Fyri nøkrum árum síðan læt Hotel Skálavík aftur og depilin, sum Eiler Jacobsen læt byggja, gjørdist eftirskúlin, Brúgvin. Tá tað var ein veruleiki, at Hotel Skálavík fór í søguna, fór Café’in á Mølini at byggja 10 nútímans hotelkømur. Hesi stóðu liðug fyri fáum árum síðan.

Café Mølin hevur av sonnum verið eitt sera væleydað tiltak í Skálavík, sum framvegis er í menning og verður útbygt. Her vitja nógv fólk, og síðan tey fyrstu tíggju kømrini komu, hava tey eisini havt nógvar gestir, bæði liggjandi og fólk, sum eru komin á gátt til eina góðan bita. 

 

Nú verður so aftur arbeitt við einari nýggjari munandi útbygging á Mølini. Herfyri varð grabbin settur í, og nú verður í fyrsta lagi gjørt pláss fyri 22 nýggjum kømrum aftrat, umframt matstovu og øðrum.

 

Skálavík er í rúkandi menning, og tað verður spennandi at fylgja við, hvussu alt tað, sum nú er í gongd, fer at taka seg út og fer at flyta bygdina fram á leið. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Størsta verkætlanin, sum er í gongd í Skálavík í hesum døgum, er smoltstøðin hjá Bakkafrost, sum er ein velduga stór verkætlan á økinum, har ætlanin annars var at byggja eina lívfiskastøð.

- Tað verður vinnulívið, sum fer at draga fólk til Skálavíkar, sigur Linjohn Christiansen