Leygardagin vitja tveir sannir úrmælingar á almennum tiltaki á Læraraskúlanum. Talan er um heimsvirda heilagranskaran og professaran Morten Kringelbach, sum er dani og starvast á universitetinum í Oxford og Queens Collage, og eitt hitt besta skaldið í Bretlandi, Dame A.S. Byatt.
Vakurleiki og njóting
Ein av nýggjastu søgunum hjá A.S. Byatt, A Stone Woman, er umsett til føroyskt og stendur í Vencil 5.
A.S. Byatt fer at lesa eitt brot úr søguni, og Súsanna Tórgarð lesur eitt brot úr føroysku umsetingini Ein steinkvinna. Á ein merkisverdan hátt megnar kenda stuttsøgan at gera menniskjaliga steinrenning til eina óvanliga estetiska lesiuppliving.
Eisini Morten Kringelbach er aktuellur við nýggjari bók, sum herfyri kom út á enskum, donskum og føroyskum samstundis. Bókin er skrivað fyri almenningin. Heitið á bókini er Njótingarsami heilin, og hon er um tey mongu andlitini á njótingini, huginum og tráini.
Morten Kringelbach hevur serligan áhuga í tí stóru ávirkan, sum sansaligar og sosialar njótingar hava á okkara lív, og hvussu stóra ávirkan vantandi njóting hevur á alt tað, sum ger okkum lívið trupult, eitt nú tunglyndi, støðuga pínu og etingarólag.
Saman fara tey bæði, Morten Kringelbach og A.S. Byatt, at geva áhoyrarnum innlit í, hvat ið heilavísindin, listin og skaldskapurin hava at bera okkum um njóting og trá í heilanum.
Tiltakið verður leygardagin 10. januar frá 15 til 17 í Læraraskúlahøllini á Frælsinum í Havn.
Mynd:
Tey bæði A.S. Byatt, rithøvundur, og Morten Kringelbach, granskari, vera við á almennum tiltaki leygardagin um njóting, vælveru, list, náttúruvísind og tað góða lívið.