Føroya Rættur dømdi í dag ein 19 ára gamlar drong 90 daga fongsul fyri í tveimum førum at hava sligið og skallað persónar.
Fyrra førið fór fram 8. november 2009 í Fuglafirði. Eitthvørt tiltak var í Mentanarhúsinum, og út við miðnátt kemur ein ungur drongur á staðið. Sambært honum sjálvum hugdi hann einaferð inn um í húsinum fyri at vita, um nakar var inni har, sum hann kendi.
Hurðavørðurin vildi tó hava mannin út aftur, tí hann hevði ikki atgongumerki, og hesin og órættaði eru samdir so langt, at teir báðir endaðu uttan fyri aftur.
Komnir útum, vildi ákærdi blanda seg upp í, men í fyrsta umfari fekk hurðarvørðurin hildið honum burtur. Men ákærdi fór aftur yvir til órættaða, og sambært ákærda hevði órættaði sligið eftir hurðarvørðinum, tó at tað var nakað, sum órættaði avgjørdur noktaði fyri.
Ákærdi hevði so sligið viðkomandi og at enda skalla hann á kjálkan, so eygað dagin eftir var svollið illa.
Frágreiðingarnar hjá ákærda og órættaða samsvaraðu illa, og hurðarvørðurin fekk lítið greinað út heldur, tí alt gekk so skjótt fyri seg. Hann helt tó, at báðir slóu eftir hvørjum øðrum, og hann kundi í hvussu er staðfesta, at bardagin endaði við, at ákærdi skallaði órættaða í andlitið.
Mannin heldur enn bóltin
Í hesum førinum segði ákærdi seg vera vorðnan provokeraðan av órættaða, og at hesin hevði roynt at sligið seg. Og eisini í seinnu ákæruni kendi ákærdi seg provokeraðan.
Hendan hendingin fór fram á fótbóltsvøllinum í Runavík – av øllum støðum.
Undir venjing vóru liðini skipað í ein eldri og ein yngri bólk. Sambært ákærda hevði beinleiðis mótleikari hansara í trimum ella fýra førum stemplað hann, og í hevnisøku hevði hann so gjørt eina harðliga glíðandi takkling móti órættaða.
Hesin hevði síðani tikið í bringuna á ákærda, sum eftir ávaring slegði órættaða tríggjar ella fýra ferðir – sambært ákærda. Hann segði eisini, at órættaði hevði sligið seg tríggjar ferðir.
Ákærdi segði seg síðani gera av at fara heim, men tað kom til enn ein brest teirra millum, sum tó endaði brádliga við at ákærdi skalaði órættaða í nøsina.
Heilt soleiðis var frágreiðingin hjá órættaða. Sambært honum dugdi hann einki at minnast til nakrar stemplingar. Hann skuldi tó ikki svørja upp á, at hann ikki kann hava rópt okkurt eftir ákærda, sum fótbóltsleikarar nú einferð gera.
Hansara »versjón« var, at eftir takklingina hevði hann skumpað ákærda, sum síðani gav honum nevan framman á. Síðani tók hann í bringuna á ákærda, og fekk enn tvey nevasløg í andlitið.
Báðir eru samdir um, at eftir hetta vóru hinir leikararnir komnir til og skiltu teir sundur.
Sambært órættaða og einum øðrum vitni var hildið fram at leika eina løtu aftrat, men tá teir báðir aftur vórðu handfastir, fingu teuir boð um at fara av vøllinum. Sum sagt so gjørt, men á veg út brustu teir aftur saman, og hesaferð skallaði ákærdi órættaða uttan ávaring beint á nøsina.
30 dagar í fongsul
Nú var venjingarkvøldið, sum fór fram uttan venjaran, vorðið so ódámligt, at allir gjørdu av at gevast.
Ein av leikarunum koyrdi órættaða á skaðastovuna, og áðrenn ella aftan á – tað var ikki heilt greitt – var hendingin meldað til løgregluna.
Í báðum ákærunum vóru myndir viðlagdar, sum sýndu órættaðu eftir hendingarnar. Ákærdi játtaði seg eisini sekan í at hava framt gerðirnar, men hansara frágreiðingar víktu sum nevnt nógv frá teimum, sum órættaðu góvu.
Ákærin setti í proceduruni fram pástand um, at dømt varð eftir ákæruritinum, tí sjálvt um ákærdi hevði kent seg provokeraðan, var hann farin langt út um mark. Ákærin kravdi tí ein treytaleysan dóm upp á tríggjar mánaðir.
Verjin helt hinvegin upp á, at hóast ákærdi kanska var farin eitt sindur út um mark, mátti leggjast til grund, at hann var provokeraður. Hann mælti tí til eina styttri revsing, sum lutvíst átti at verða treytað.
Dómarin valdi eitt slag av millumvegi, og dømdi ákærda tríggjar mánaðar revsing, harav teir tveir vórðu treytaðir. Tað merkir so, at ákærdi skal inn at sita í 30 dagar, og ger hann einki revsivert í tvey tey komandi árini, falla hinir 60 dagarnir burtur.
Er nøkur morala í hesum má hon vera, at fara eftir bóltinum heldur enn manninum.