Hvat hendið og hví ? - Hetta eru spurningar, ið nógvir føroyingar seta sær eftir at Anfinn Kallsberg, løgmaður, sleit samgonguna og skrivaði út nýval í undanfarnu viku.
Løgmansgølan - lygnin og tignin
Á Ólavsøku 2002: Anfinn Kallsberg, løgmaður, boðaði frá, at løgmansembætið og politiska skipanin kundi ikki liva við, at misstanki varð sáddur um, at hann skuldi hava framt lógarbrot í fortíð síni. Hann varð tí til reiðar at leggja frá sær, um tingmaður hjá Tjóðveldisflokkinum ikki tók aftur eina ákæru mótvegis løgmanni í eini grein, ið varð at lesa í bløðunum.
Í desember 2003: Anfinn Kallsberg viðgongur at hava fram lógarbrot. Hetta aftaná at bókin ?Skjót journalistin? hevur avdúka skjalafalsan og fíggjarligan undandrátt sum part av fortíð løgmans. Harvið viðgongur Anfinn Kallsberg at hava logið og missnýtt embæti sítt á Ólavsøku 2002. Hann nýtti vald sítt at trýsta samgonguumboð at taka aftur ákærur um fortíð hansara, í eini roynd óbeinleiðis at reinsa fortíð løgmans. Eisini kundi nú staðfestast at løgmaður, í hesum valskeiðnum, fleiri ferðir alment hevur logið um fortíð sína.
Gølan týdning í 2002 - men ongan týdning
2003 ?
Hóast bert misstanki um lógarbrot varð nógmikið til at fáa løgmann til at leggja frá sær á Ólavsøku 2002 - fyri at varðveita álitið á politisku skipanina og fólkaræðið - ja, so hevði løgmaður í ár snávað 180 stig. Tí nú tað varð prógvað at hann hevði ikki bert framt lógarbrot, men somuleiðis logið og missnýtt sítt embæti meðan hann hevði sitið sum løgmaður - ja, nú hevði tað við eitt ongan týdning fyri virðingina og álitið hjá løgmansembætinum og poltisku skipanini, hvørt hann persónliga varð sitandi sum løgmaður ella ikki.
Løgmaður helt áfram við at missnýta sítt embæti.
1)Fyrst umvegis tingmanning Fólkafloksins, ið kom við brævi til Tjóðveldisflokkin eina viku undan útgávuni av eini bók, ið ongin kendi innihaldið av. Brævið varð eitt stórt álop á Tjóðveldisflokkin, og ein roynd at fáa vent almenna áhugan frá bókini og avdúkingum hennara, mótvegis Tjóðveldisflokkinum, ið onki hevði við hesa bókina at gera. Ein politisk roynd at dylja yvir sannleikan og fortíð løgmans.
2)Tá bókin gjørdist almenn, nýtti løgmaður enn einaferð sítt embæti til eitt persónsmál, ið varð millum hann og rithøvundarnir. Hesuferð legði løgmaður eitt alment tíðindaskriv út á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni har hann royndi at undirgrava rithøvundarnir, ið skrivað hava bókina. Tittulin ?skjót journalistin? mátti enn einaferð sigast at hava rakt rætt.
3)Somuleiðis varð í tíðindaskrivinum lagdur dentur á, at løgmaður ikki hevði persónligan vinning av stuldrinum á eina knappa mió. kr., men at hesin hevði verið skipi og harvið manning at frama. Harvið gongur løgmaður á odda at tala fyri, at tað er í lagi at fremja stuldur um bert málið er tað rætta. Somuleiðis dylir løgmaður yvir, at varð hann ikki tvungin at rinda knøppu milliónina aftur - fyri soleiðis at sleppa undan tyngjandi rættarmáli - so hevði hann, umvegis feløgini, sanniliga havt vinning av stuldrinum.
4)Tjóðveldisflokkurin gav 5. des. 2003 løgmanni skriv har víst varð á, at Tjóðveldisflokkurin ynskti at halda áfram við samgonguni á sjálvbjargniskós, um bert samgongan varð umskipað undir nýggjum løgmanni. Hetta fyri at varðveita álitið á politisku skipanina og fólkaræðið. Men á tingfundi sama dag valdi Anfinn Kallsberg, løgmaður, enn einaferð at nýta sítt løgmansembæti til at velja sín persón fram um framhaldandi samgongu. Enn einaferð varð løgmansembætið missnýtt til at skriva út val í úrtíð hetta vegna eitt persónsmál - ikki eitt politskt mál.
5)Og at hartil kemur, at tá løgmaður sá at hann hevði ein meirluta ímóti sær á Løgtingi, og harvið sambært Stýrisskipanarlóg Føroya átti at steðga við øllum politiskum avgerðum, valdi hann - enn einaferð - at misnýta sítt vald sum løgmaður, til at koyra 4 landsstýrismenn hjá Tjóðveldisflokkinum til húsa, og lata sínar egnu halda áfram til nýggj stjórn er skipað eftir valið. Varð henda avgerð løgd fyri Løgtingið at taka avgerð um, varð hon follin.
Lagaligur Tjóðveldisflokkur
Tjóðveldisflokkurin hevur verið sera lagaligur - helst ov lagaligur - í hesi og undanfarnu samgongu. Flokkurin hevur gjørt tað kann hevur verið mentur at náa teimum málum, ið samgongan setti sær, og hevur verið sera sjálvrannsakandi. Eitt nú tá Signar á Brúnni og Tórbjørn Jacobsen sjálvir fóru úr landsstýrissessum teirra fyri at teirra persónar ikki skuldu seta samgonguna uppá spæl.
Eisini hevur Tjóðveldisflokkurin livað við, at løgmaður einsíðis valdi at avlýsa fólkaatkvøðuna um fullveldiskósina í 2001. Somuleiðis at løgmaður á tingsins røðarapalli segði Føroya Løgtingi, at tað gjørdi nakað skeivt tá tað legði fram missálit á fyrrv. landsstýrismannin Jørgen Niclasen, hóast fellandi kanningarstjórafrágreiðing. Stutt eftir varð fyrrv. tjóðveldislandsstýriskvinnan Annlis Bjarkhamar koyrd úr sínum sessi av løgmanni uttan sakliga grundgeving, og við útgangsstøði í einum starvsfólkamáli. Nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið nógvar ábreiðslur og kærur í samband við eitt starvsfólkamál hevur løgmaður valt onki at gera. Ferð eftir ferð hevur løgmaður sostatt prógvað, at hann ikki hevur verið leiðari fyri samgonguna, men fyri seg og sín flokk. Hetta hevur verið óvirðiligt og er at harmast um.
Tað snýr seg um álit á politisku skipanina og fólkaræðið
Tá løgmaður nú varð avdúkaður í at hava logið og missnýtt sítt embæti sum løgmaður, í eini roynd at reinsa sína fortíð og draga Tjóðveldisflokkin inn í hesa reinsan, varð farið langt um øll mørk. Álitið á politisku skipanina og fólkaræðið stóð uppá spæl.
Tjóðveldisflokkurin fer ongantíð at góðtaka lógarbrot og misnýtslu av politiskum valdi. Hetta undirgravar rættartrygdina, fólkaræðið og sjálvstýrisstríðið.
Skalt tú stýra einum landi er fyrsta fyritreytin, at tú kanst stýra tær sjálvum.