Skamma teg Óli Breckmann

Marjun Tróndarson og Katrin Helgadóttir

Sum so nógvr aðrir útisetar brúka vit dagliga alnótina - og serliga portalin - so vit kunnu fylgja við í tí, ið fer fram heima í Føroyum. Vit lesa sálarfrøði og sosiologi. Í gjár 22. november vakti ein tídindastubbi okkum serligan ans. Hesin tíðindastubbin var ein samrøða, sum Politiken hevði við Óli Breckmann. Á portalinum varð partur av greinini citera:

»Jeg har mærkelig fornemmelse af, at de typer, der skal pådutte os deres idéer om menneskerettigheder, er de samme, som forsøgte at pådutte os nazismen og kommunismen«. ?»»Ideologiske aktivister. Den nyere historie har masser af eksempler. Den mærkelige fredsbevægelse i Sydafrika. Og senere den politiske sekt, som kalder sig miljøaktivister. De er fuldstændig skrupskøre – alt det her med hul i luften, og nu smelter isen...«

Du har erklæret, at forslaget er med til at  »pervertere en hel generation« – hvad mener du egentlig? ?»Jeg  tænker på, at de politiske aktivister vil have os til at tage hensyn til  alle minoriteter. Pædofile, pyromaner, kleptomaner ... Faktisk er jeg  bange for, at denne lov kan knække over i, at vi skal til at beskytte  pædofile«.

Aftan á at vit høvdu lisið brotið á portalinum fingu vit fatur í tí upprunaligu samrøðuni, og mugu vit siga at ikki var hetta imponerandi lesnaður. Mangt hevur Óli úttalað seg um gjøgnum ár og dagar um racismu, átrúnað og nú kynsliga orientering, so eftirhondini burdi einki kunna sjokerað. Men har fóru vit skeivar. Tak ikki feil, talifrælsið og skrivifrælsið leingi livi, men pínadoyð mátti Óli hugsað seg betur um, hvat ljós hann setur føroyingar undir. At ein lærdur maður skal fara so vítt sum at samanbera hetta kjakið vid nazismu og kommunismu er í okkara verð rein “óvidenheit”. Tá man úttalar seg so, so veit man veruliga ikki betur. Neyðars Óli, eitt er tað at hann ikki vil taka umtalaðu lógina í gildi, men har frá til at niðurgera tey, ið ikki eru við somu hugsan og tey samkyndu, líkist ongum. Alt botnar veruliga í umberingum: sum um pedofilar, kleptomanar og pyromanar verda vard av hesi lóg. Hattar er reint uttanumtos. Við at nevna hesi í sama bólki, so er tað tað sama sum at siga, at homosexualitetur er ein sálarlig sjúka, tí tað er jú tað, pyromani og kleptomani er. Sig heldur sum er Óli, at homoseksualitetur er nakað, ið tú tekur avstand til, men far ikki og mála fanan á veggin. Í samrøðuni sigur Óli so: ”Måske er det mig, der er ude af trit med udviklingen”. Og í hesum hevur Óli púra rætt í!
Hvussu skal man sum føroyingur kunna siga at hetta er OK. Óli umboðar ikki bara sín flokk men alt Føroya land, tá hann í donskum fjølmiðlum úttalar seg um hesa lógina: at hon nokk endar við at verja pedofilar. Við hesum orðum í huga, hvat fær Óla Breckman at undirvurdera sínar egnu landsmenn so nógv? Hví heldur hann, at føroyingar ikki eisini kunnu ”takla” homosexualitet? Um vit hyggja at londunum rundan um okkum, so eru tey øll før fyri at lóggeva fyri øllum borgarum, ikki bara teimum útvaldu. Sjálvandi kunnu Føroyar eisini tað, hví skulu vit altíð vera rosinan í pylsuendanum! Nógv fyri at vit sum útisetar skulu ganga runt og skamma okkum av at vera føroyingar.
Fyri okkum er tað eitt sindur ógreitt, hvat meiningin við greinini er. Tí tá man byrjar at lesa er tað, sum um vit fara at lesa okkum fram til meiningina hjá Óla um grein 266b, men so tekur Óli nazistar, kommunistar og við hansara egnu orðum, skrupskørir umhvørvisaktivistar við upp í prátið. Eitt má Óli also hava í huga, við at úttala seg soleiðis hevur hann ikki bara fingið Føroyar til at virka sum um vit eru blivin bumbað aftur í 2. Veraldarbardaga til Hitler, men at tað er hann sum kemur til at virka ”skrupskør”, stakkals Óli. Stór skomm!
Hendan samrøðan við Óla er í okkara verð alt ov nógv av tí góða. Gott nokk er Óli kendur fyri at vera hvassorðaður og kanska í eygunum á summum – heldur órættvísur. Men men…nú mugu vit vakna, vit halda at í hesum førum er Óli farin ov langt við sínum útsøgnum, man kann ikki lata eina sovorðna útsøgn fara framvið uttan at steðga á og hugsa: hvar sker?? Tað ringasta av øllum er nokk tað, at um Óli stillar upp aftur á næsta vali, so verður hann allarhelst afturvaldur!
Grein 266b er fyri at tey samkyndu skulu blíva líka vird í føroyum. Um hendan lógin kemur í gildi, so vísir Føroyar á, at fólk vera góðtikin líkamikið húðarlit ella kynsligari orientering. Og hon verjir tey í móti ágangi og happing. Men tað er ikki hjá borgarunum trupulleikin liggur, tí hvussu skulu vit føroyingar hugsa, tá tað eru okkara hægstu myndugleikar, ið eru teir skjótastu til at peika fingrar og happa tey samkyndu.
Skamma teg Óli Breckmann!