Øskan forðar makrelsamráðingum

Makrelsamráðingarnar, sum eftir ætlan skuldu byrja i Reykjavík í morgin, eru avlýstar. Orsakað av ólagi á flogferðsluni, grundað á gosøsku, bar ikki til hjá øllum pørtum at møta.

Strandarlandasamráðingarnar um makrel, skuldu upprunaliga havt verið í Reykjavík 19-20. apríl, men vórðu útsettar vegna ólag á flogferðsluni grundað á gosøsku frá Eyjafjallajökul. Hesar vóru tá ásettar til at byrja í Reykjavík í morgin, men enn verður ongin loysn funnin á makrelstríðunum, orsakað av gosøskuni úr Íslandi.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at verður eingin semja um makrelin í Reykjavík, fara Føroyar at áseta sær sína egnu kvotu upp á góð 150.000 tons, sum er meira enn 25 prosent av teirri samlaðu tilmældu kvotuni upp á 570.000 tons.

Føroyar krevja at fáa í minsta lagi 15 prosent av samlaðu kvotuni, sum svarar til umleið 85.000 tons, men hini strandalondini vilja bara geva okkum 5 prosent av kvotuni, og tað kann landsstýrismaðurin ikki liva við.

Jacob Vestergaard hevur sagt, at - Makrelurin kemur í føroyskan sjógv í mai/ juni, og tí er umráðandi, at spurningurin verður loystur nú, so skipini sleppa at fiska, meðan fiskurin er í okkara sjógvi, sigur Jacob Vestergaard.

Men sum nú sær út, draga samráðingarnar út vegna gosøsku úr Íslandi.