Tá ið Robin Gibb fríggjadagin verður jarðaður, verður tvíburi hansara, Maurice, ið doyði fyri 10 árum síðani, eisini til staðar.
Tá Maurice Gibb doyði, varð ein partur av øskuni av líki hansara nýtt til at gera fýra serstakar smúkkusteinar. Ein til konu hansara Yvonne, ein til mammu hansara, Barbara og so ein í part til beiggjar hansara, Barry og Robin.
Allir hesir fýra steinarnir verða tiknir við til jarðarferðina, sum eitt slag av »symbolskari samanføring«.
Robin hevði altíð trupulleikar við at góðtaka deyðan hjá Maurice. Fyri hansara viðkomandi vísir steinurin, at hann altíð er í andaligum sambandi við Maurice, sigur ein kelda.
Robin Gibb verður jarðaður í enska býnum Thame, har hann og kona hansara, Dwina, hava búð í meira enn 30 ár.
Jarðarferðin fríggjadagin er einans fyri nærmastu familjuni, vinum og kenningum.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð