Skandinaviskir profilar vitja bowlinghøllina

Avgerðin um FM-heitið kann fella í dag, og spenningurin í botnstríðnum er hástórur.

 

Ìtróttarredaksjónin hjá Miðlahúsinum stendur klár við prátum og viðmerkingum, tá seinasta bríksl hevur ljóðað í vodafonedeildini í dag. Tí byrjar sendingin, ?3. hálvleikur? á Rás2 klokkan 16.50, og ikki klokkan 17.00, sum siður hevur verið.

 

Norðmaðurin, Stig Roar Søbstad og danin, Nicolai Eriksen, sum báðir hava longt við AB koma eisini niðan í bowlinghøllina á vitjan, seinni kemur B68-venjarin, Bill McLeod Jacobsen á vitjan.

 

Fellur FM-avgerðin í dag kemur tað sjálvsagt at seta stóran dám á sendingina.