Yvirtaka vit loftrrúmið yvir Føroyum, fer tað at føra til, at eini 50-100 vitanartung størv kunnu skapast í Føroyum.
Tað staðfestir Janus Rein, tingmaður fyri Framsókn. Í dag er uppskot frá honum til viðgerðar á Løgtingi um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum.
Tjóðveldi hevur eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um tað sama og bæði uppskotini verða viðgjørd saman.
Janus Rein, sum eisini er flogskipari, sigur, at leyðsliga mett stívliga 55.000 flogfør í føroyskum loftrúmið um árið.
Eftir altjóða ásetingum skulu inntøkurnar av at umsita loftrúmið brúkast til ávís endamál.
Og yvirtaka føroyingar loftrúmið, sær Janus Rein tað sum sjálvsagt høvi til at brúka ein part av inntøkunum til at skipa eina ordiliga føroyska veðurtænastu.
- Sum flogskipari, ið hevur brúk fyri veðurtænastu hvønn dag, er ein føroysk tænasta eitt, stórur saknur er í.
- Sum støðan er nú fáa vit upplýsingar úr Danmark, Íslandi og úr Noregi og so kóka vit tað saman til eina veðurforsøgn.
- Tí er stórur saknur í eini føroyskari veðurtænastu.
Janus Rein heldur, at ein annar partur av inntøkunum kann brúkast til okkara tilbúgving og okkara vaktar- og Bjargingartænastu, sum eru álvarsliga skerd av fíggjarligum ávum.
- Vaktar- og bjargingartænastan fær so lága játtan, at skipini liggja stóran part av árinum, tí tey hava ikki ráð til olju og somuleiðis hevur tilbúgvingin við tyrlu verður undir stórum trýsti.
Tingmaðurin fyri Framsókn metir leyðsliga, at verður loftrúmið yvirtikið, fer tað at skapa eini 50-100 vitanartung størv.