Skapanarkvæði

Lag: Brestiskvæði
Orð: J. K.

1. Jørðin hon var oyðin, tóm
myrkrið djúpið goymdi.
Gud tá segði Verið ljós,
ljósið yvirfloymdi.

-Tí í upphavi skapti Gud
dagarnir sjey í tali eru
Kvøld og morgun var fyrsta dag.

2. Eitt hválv Hann beyð at vera har
vatn frá vatni skildi.
Hválvið nevndi Hann himmallin
hetta Gud hann vildi

-...Kvøld og morgun var annan dag.

3. Jørðin lati spretta upp
gras og ymsar urtir.
Frukt við lítlum fræi í,
tá tað veksur aftur

-...Kvøld og morgun var triðja dag.

4. Ljós tey skulu himin á,
stjørnur, máni ljóma
Sólin ræður um dagarnar,
tíðir tá vit hóma

-...Kvøld og morgun var fjóra dag.

5. Undir hválvi fuglur flúgv
ber fram ein vakran song.
Sjógvur fyllist fiski av,
nørist og gerist mong

-...Kvøld og morgun var fimta dag.

6. Skriðdýr, villdýr, fæ tað kom,
alt á jørð tað livir.
Menniskjað Gud skapti so
øllum at ráða yvir

-...Kvøld og morgun var sætta dag.




7. Sjeynda dagin fullførdi
Gud verk sítt sera gott.
Henda dagin hvíldi Hann,
ið hevur allan mátt

-Tí í upphavi skapti Gud
dagarnir sjey í tali eru
Hetta legg tær í geyma væl.