Tá tað almenna ikki heldur seg hava møguleikar - ella politikararnir ikki vilja - at seta nóg mikið av pengum av til mentanina í landinum, so er neyðugt at taka til onnur ráð. Eitt øki, sum hevur verið hart rakt av kreppuni, sum hevur verið í landinum og teimum sparingum, sum hava verið og eru, er tónleikaøkið og tey ungu.
Fyri at bøta um hesa støðu og fyri at útvega møguleikar at skaffa pengar til nettup musikkøkið hava fólk tikið seg saman og tikið stig til at stovna ein grunn. Grunnurin gjørdist veruleiki longu í juli í ár og hevur hann fingið sín fulla moralska stuðul frá bæði undirvísingarmálaráðharranum og frá mentamálaráðharranum. Teir geva honum sítt besta viðmæli og ynskja Ljóðførisgrunni Føroya Musikkskúla ein blíðan fyrr.
Millum stigtakararnar til hetta frálíka tiltak er Ólavur Hátún, sum nú í fleiri ár hevur havt til uppgávu at menna og samskipa musikkskúlaundirvísingina í Føroyum.
Stovnsfæið eru tær 40.000 kr., sum oljufelagið Amerada Hess lat Musikkskúlanum fyrr í ár til m.a. keyp av violinum til smábørn og ung. Her var hugsað um nýggju undirvísingarskipanina Suzuki, sum nú hevur fingið fótin fastan her heima eisini.
Sambart viðtøkunum fyri grunnin er endamálið at útvega og umsita serstøk ljóðføri, sum musikkskúlanæmingar, orkestur og skúlar kunnu læna í avmarkaða tíð.
Nevndin fyri grunnin tekur støðu til nær og hvørji ljóðføri verða útvega. Miðað verður ímóti at fáa til vega ljóðføri, sum eru á høgum støði og lúka tørvin innan tónleikalívið í Føroyum og serstakliga í Musikskúlanum.
Uppá fyrispurning hvussu tað kennist at skula fara til oljufeløgini eftir hjálp sigur Ólavur Hátun, at vilja oljufeløgini, sum ætla sær at vinna pengar burtur úr føroyskari olju og gassi, verða við til at menna føroyskt mentanarlív, í hesum førinum tónleikalívið og møguleikarnar hjá børnum, ungum oø. at fáa lut í hesum so týðandi partinum av mentanin hjá eini tjóð, so eru tey hjartaliga vælkomin.
-Eg haldi, at Amerada Hess hevur víst seg sum eitt undangongufelag, tá tað fyrsta felagið letur pengar til slíkt gott endamál. Eru tað onnur oljufeløg, sum eisini kundu hugsað sær at latið pengar til endamálið, so skulu tey vera so hjartaliga vælkomi sigur Ólavur Hátún, sum eisini vónar, at onnur, einstaklingar, feløg og stovnar vilja stuðla grunninum.
Vit loyva okkum at prenta brævið, ið tríggir av stigtakarunum til grunnin hava skrivað til myndugleikar, grunnar, stovnar og fyritøku í sambandi við at fáa pengar til grunnin.
Til myndugleikar, grunnar,
stovnar og fyritøkur
Føroyski musikkskúlin er, sum áður borið fram, í stórari fíggjarligari trongstøðu. Men at hann tó framvegis staðfestir sín týdning fyri mentanarlívið í landinum og fyri trivnað hjá yngri og eldri víða hvar á bygd og í býi, er ikki at taka seg aftur í.
Ein afturvendandi trupulleiki er ljóðførisspurning-urin. Lokalu musikkskúlarnir hava í hesum fingið eyka játtan frá sínum kommunum til tað, sum er alneyðugt, hornorkestur hava latið musikkskúlanæmingum til láns ljóðføri, sum vóru tiltaks, og foreldur við áhuga og fíggjarligum førleika hava givið sínum børnum tann møguleikan, sum er tann besti, hetta at hava sítt egna instrument at spæla uppá.
Men nógv hevur restað í til tann tørv, sum er, og tá serliga til keyp av serstøkum ljóðførum so sum smærri instrument til byrjunarundirvísing, tá børn og foreldur ikki enn vita, um hetta við tónleiki verður nakað fyri tey, og eisini til keyp av stórum og dýrum instrumentum, sum bert til tíðir eru aktuell hjá lokalu musikkskúlunum, men sum stórur tørvur er á í almenna tónleikalívinum.
Tað kom tí serliga væl við, tá ið oljufelagið Amerada Hess boðaði frá, at tey vóru sinnað at lata Føroya Musikkskúla eina peningagávu til keyp av musikkinstrumentum. Musikkskúlin var júst tá farin undir eina røð av skeiðum fyri stroklærarar, sokallaðu Suzuki-skeið eftir upphavsmanninum til hendan heimsgitna frálæruhátt fyri smábørn. Hetta vælkomna høvið hava undirritaðu nýtt til stovnan av Ljóðførisgrunni Føroya í teirri vón, at eisini myndugleikar og grunnar og aðrir stovnar og fyritøkur enn amerikanska oljufelagið eru sinnað at taka undir við musikkskúlanum í hansara stremban fram móti einum framkomnum tónleikalívi í landinum.
Allur tøki peningurin av stovnsfæi grunsins verður nú nýttur til nevnda skeiðtiltak við fiólspælandi smábørnum. At hetta er ein røtt og góð íløga, mundu øll foreldur og onnur áhugað sannað, sum hoyrdu smábørnini og tey ungu spæla á konsertini í sambandi við triðja Suzuki-skeiðið á Tórshavnar Musikkskúla á Frúutrøð seinasta sunnudag. Men umráðandi er eisini á byrjanarstøði, at næmingarnir fáa ljóðføri í hendurnar, sum hava góðan ljóm, og tí eru hesar smáu violinir líka dýrar sum tær í fullari stødd.
Tørvurin bara á hesum øki er tí ikki minni enn tað 10-faldaða av tí, vit her fingu at ráða yvir. Annar átrokandi tørvur er keyp av stórum og dýrum slagverksljóðførum sum marimba og xylofon í professionellari stødd, sum hugtekur nútíðar ungdóm aðrastaðir. Musikkskúlin hevur júst nú frálíkan læraramøguleika at seta gamlan dreym í verk, men bráðneyðuga íløgan fer yvir tær 100.000 kr.
Vilja vit tí við hesum brævi heita á myndugleikar, grunnar, stovnar og fyritøkur um at rætta musikkskúlanum eina fíggjarliga hond og soleiðis at verða við til at gera Ljóðførisgrunn Føroya Musikkskúla til tann munagóða stuðul í føroyskum tónleikalívi, sum hann hevur møguleika til, og sum er hansara endamál.
Nøvn teirra, sum veita grunninum stuðul, verða sjálvandi borin fram í almennu frágreiðingum grunsins, og eisini ber til eftir avtalu at oyramerkja peningaveitan til ávíst ljóðføriskeyp. Nøvn stuðulsveitarans kunnu tá setast á viðkomandi ljóðføri. Ljóðførisgrunnur Føroya Musikkskúla hevur konto nr. 4071885 í Føroya Banka.
Er áhugi fyri at veita serstakan studning, setið tygum vinarliga í samband við Føroya Musikkskúla, Falkavegi 6, 100 Tórshavn, tlf. 16462, fax 16991.
Í vón um positivt svar
vinarliga
vegna Føroya Musikkskúla
Ólavur Hátún
vegna lokalu musikk-
skúlarnar
Stefan Simonsen
vegna Føroya
Symfoniorkestur
Martin Mouritsen
P.S.
Reglugerð grunsins og somuleiðis viðmæli frá landsstýrismonnunum í skúlamálum og í mentamálum eru hjáløgd hesum brævi.