Hvussu hevur árið 2014 verið?
- 2014 er merkt av samfelagsligari framgongd grundað á tær stóru gávur, Skaparin hvønn dag sendir okkum! Mong arbeiðsleys fingu arbeiði aftur - hetta, sum er so grundleggjandi fyri trivnaðin, bæði hjá tí einstaka, familjunum og samfelagnum sum heild.
Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður.
Men, hvat minnist Jenis so best frá 2014?
- Túrar í fjøllum, líðum og skorum í Trongisvági, læknaráðstevnu í Rumenia, saman við trúgvandi heilsustarvsfólki úr øllum heiminum, tá Lindin loksins eisini hoyrdist í Hvalba og Sandvík - og so nógvar aðrar góðar løtur, bæði í arbeiðnum og saman við mínum kæru.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Enn einaferð at gerast abbi. Hesaferð fingu Johannes og Benjamin fittu systrina, Annu Emilie.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Eg vildi ynskt, at vit í 2014 vóru sloppin undan: 1. Forfylgingum av kristnum, sum tíverri gjørdi um seg sum ongantíð áður, 2. Ebola-farsóttini, sum kravdi so mong ósek mannalív og 3. ISIS ræðslustýrinum - ja, eg vildi ynskt, at tey, sum stjórna hesum óndskapi, møttu Jesusi og umbroytandi megi hansara.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- Frið, frælsi, kærleika og nærveru Jesusar! Og so gleði eg meg til fjórða abbabarnið, ið kemur í februar, sigur Jenis av Rana.