Skapt gróður og nýskapan

(Vit prenta fagnaðar­røð­una, Bárður Jákupsson helt fyri Titu Vinther)

Nornan hon spinnur, men hon vevur eisini. Hetta edla handverk er elligamalt. Tóvirkislistin hevur sína egnu mentanarsøgu, ið gongur langt aftur í tíðina. Vevurin - í upprunaliga einfalda líki sínum - hevur skapað ta fagrastu fólkalist víða hvar, kanska serliga ímillum upprunafólk víða hvar uttan fyri Europa.
Tey fyrstu menniskjuni, ið komu higar til oyggjar okkara, førdu seyðin við sær, tí ullin var lívsneyðug. Tá ið tað nýggja uppfinnilsið  bindingin  tók ræðið av vevingini fyri einum 4-500 árum síðan, umskapaðust vevimynstrini til bindingarmynstur, og gjørdust ríkur mentanararvur hjá okkum  í nýggjari tíð hevur vevingin so tikið nakrar av hesum grund­formum til sín aftur. Soleið­is kann ein táttur í hesi mentanarsøgu kanska lýsast í stuttum. Her hevur í øllum førum verið ein sínámillumávirkan og eitt samspæl ímillum veving og binding. Í stórthundrað øldir hava vevkonur staðið við sín klíggjavev ella sitið við sín vevstól og arbeitt við føgrum mynstrum. Og nú  í 2006  eru vit so savnað í Norðurlandahúsinum til tess at heiðra eini vevkonu fyri sítt slóðbrótandi lívsverk.
Tita Vinther byggir á eina ríka føroyska ullarmentan, m.a. kunnleika til plantuliting. Hon varð borin í heim í Finnlandi undir krígnum, kom sum Finlandsbarn til Danmarkar 1943-47, og vaks síðan upp í Finnlandi 1947-60. Tað vildi so væl til  tað mega vit fegnast um  at hon 20 ára gomul hitti ein ungan føroying og giftist við honum, og tá fyrstani kom hon til Føroya. Hon er sostatt ikki vaksin upp í einum føroyskum heimavirkisumhvørvi, men komin higar legði hon sær nær at kanna og granska hetta øki, og fáur man hava so stóra vitan um teir serligu eginleikar, tann føroyska ullin hevur, sum Tita.
Lærumeistarar hevði hon góðar  fyrst er at nevna Nikolinu Jensen, ið legði grundleggjandi lag á at loysa úr lagdi, karða, spinna og tøta. Síðan lærdi hon skaftaveving hjá tiltiknu vevkonuni Marjuni Sigurðsdóttir, og myndaveving hjá Marionnu Matras, ið var slóðbrótari á hesum øki. Tita plagar at siga, at kunnleika sín til ull hevur hon fyrst av øllum fingið í Føroyum. Men umframt hevur hon í eitt tíggjuáraskeið fingið framhaldandi útbúgving, serliga í veving  m.a. fornum norrønum vevna  á ymsum skúlum í Danmark og Finnlandi.
Tita Vinther hevur loyst mangt plaggið handverksliga væl úr lagdi. Men úr hesum dygga handverki grør fram tann listarligi drátturin. Tað var í áttatiárunum, hon leitaði eftir einum fríari listarligum framburði. Sum kunnugt eru handverk og list hvørt sítt  eitt áhugavert listaverk kann hava lítið at týða sum handverk, og hóast vit kunnu fegnast um væl úr hondum greitt handverk, nýtist tað ikki altíð at hava beinleiðis listarligan áhuga. Men hesi bæði øki kunnu eisini finna saman. Tað eru verkini hjá Titu gott dømi um. Og tað leggur vevilistin helst upp til yvirhøvur. Tað góða handverkið er í myndum hennara partur av virðismiklari heild, har tilfar, litur og vond koma til sín rætt. Í hennara verkum er handverkið ómissandi lutur.
Verk hjá Titu eru ongantíð einans vovnar myndir  tað vil siga ítøkilig myndevni, har litir og formar eru vovnir flatar, hon ger tíbetur ikki vovnar málningar. Vit ivast ongantíð í, at vit eru í einum tóvirkisheimi, har tógv, vond og formur sameinast.
Fyrsta stóra verk, ið av álvara vísti, at hon var farin at loysa frá brúkslistini, til tess at leita inn á eina leið, har hugflogið hevur frítt at fara, var skulptururin Taraskógur, ið var samansettur av 9 vovnum álum, ið saman skapaðu eitt vovið rúm. Myndin varð sýnd fram á stóru framsýningini í Nikolaj í Keypmannahavn í 1986 - síðan keypti listasavnið hana.
Í røttum listaranda gongur Tita Vinther alsamt nýggjar leiðir, ger royndir við ymsari tøkni og ymsum tógvi. Umframt ull eru bæði tagl og mannahár, kopartráður og annað mangt til at taka. List er at føra í form tað ein hevur upp á hjartað við teimum amboðum og tí tilfari, ein hevur til taks  og at gera tað ósjónliga sjónligt. At vera listafólk er at brúka seg sjálva og alla sína megi upp á seg sjálva og tað, ein hevur upp á hjarta. Men í listarinnar ríki eru ikki kenslan og hugflogið tey einastu, ið ráða  tey hava systrar, ið rópast vit og skil. Teimum kann listin ikki vera fyri uttan.
Tað er strævið at sita við vevstólin dagin langan  her krevst eitt serligt tol. Og Tita er tolin. Fremsta eyðkenni, vit geva okkum far um, er arbeiðssemi og nærlagni, ongantíð eru hendurnar tómar. Tann áhaldandi totanin við vevin hevur sanniliga víðkað um hugan og givið úrslit. Um listina kann sigast einfalt  tann, ið leitar, skal finna. Men tilløgan kemur ikki av sær sjálvari  eyðvitað skulu gávur til, men ómissiligar fortreytir eru bindindi, tol og nærlagni. Tita Vinther er ein fyrimynd hjá teimum, ið vilja byggja víðari á okkara tóvirkismentan, um tað so er í myndandi samanhangi, í sniðgeving ella í handverki. Mentamálaráðið eigur tøkk uppiborna fyri, at tað valdi at heiðra Titu Vinther við hesi virðisløn.
Tita, tú hevur gjørt títt til, at tann gróður og nýskapandi andi, ið nú tykist vera á tóvirkis­økinum her á landi, skal hava líkindi til at halda fram og mennast.
Hjartaliga til lukku!