Verjuspælarin Kaj Ennigarð skoraði bæði málini hjá GÍ í Fuglafirði sunnudagin, og tað segði nakað um støðuna á liðnum, sum hevði nógv spæl, men hevði trupulleikar við at skapa kjansir.
- Vit hava nógv spæl allatíðina, men vit skapa ov fáar kjansir. Tað var ikki, fyrr enn vit vóru komnir aftur um og satsaðu, at vit fingu mál. Soleiðis var tað eisini ímóti B68 seinast, sigur Kaj Ennigarð.- Vit fóru eftir øllum stigunum í Fuglafirði, men vit fingu bara eitt stig, og tað kunnu vit ikki brúka til so nógv, helt hann.